Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

22/09/2023

5.a og 5.b á Vísindavøku

Einaferð um árið er Vísindavøka, sum Granskingarráðið skipar fyri. Her eru nógvir áhugaverdir fyrilestrar til tey vasknu, men har er sanniliga eisini okkurt fyri børnini. 

Næmingar á Glasi skipaðu fyri ymiskum áhugaverdum royndum, har m.a. man kundi seta eld á hondina hjá sær, uttan at fáa ilt yvirhøvur. Setrið hevði mikroskop standandi frammi, har man kundi síggja nærmyndir av ymsum djórum. Eisini kundi man royna sín lukti- og smakkisans, umframt at umhvørvisstovan hevði sett fokus á ymisk trø, vit hava í Føroyum. 

Næmingarnir hjá okkum hugnaðu sær og skal ljóða frá teimum, at hava tit tíð at fara á Vísíndavøku komandi ár, so er ikki at drála: FARIÐ!

Fleiri myndir síggjast her: https://sah.fo/?p=590&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=778