Næmingar
Skúlaárið 2021/22

Fundarfrásagnir 2021/22

Fundarfrásøgn 1. apríl

Møtt: Viktoria, Markus, Lucas og Eva

ikki møtt: Saxo, Hákun og Julian

Næmingaráðið skuldi taka støðu til eina hoyring um Látrið. Hetta var væl móttikið. Næmingaráðið heldur tað er eitt gott hugskot, at broyta Látrið soleiðis, at skúlastovur o.a. kann byggjast har, tí Látrið er so mikið stórt, at tað framvegis kann brúkast til fríkorter.

 

Fundarfrásøgn 18. februar

Øll umboðni møtt.

Næmingaráðini í hádeild og miðdeild hittust í flokshølinum hjá 8. flokki at umrøða, um miðdeild kundi sleppa í høllina at hava fríkorter onkrar dagar. Hetta var ikki væl móttikið av hádeild, tí tey førdu fram, at tað var egentliga tað einasta tey høvdu. Eftir eitt kjak vórðu ráðini samd um, at miðdeild skuldi fáa seinna fríkorter mánadag. tvs, frá kl 11.45-12.00

 

Fundarfrásøgn 1. februar

Øll umboðini møtt.

Vit hava havt avbjóðingar við at samla næmingaráðið, tí nógv hava ligið við korona. Hesin fundurin bleiv hildin og eitt mál var á skrá: at skipa nevndina. Nevndin hevur formann, so tað skuldi bara ein næstformaður veljast. Hetta bleiv við Markus Carlsson úr 4. flokki.

Nevndin sat síðani saman og hevði hugarok um, hvørji tiltøk tey skulu skipa fyri í hesum hálvárinum. nevndin var ásamd um, at seta seg í samband við Næmingaráðið í Hádeild, fyri at vita, um Miðdeild ikki kundi fáa eitt sindur av høllini í fríkorterinum. 

Fundur var avtalaður av vera fríggjadagin 18. februar.