Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

27/02/2024

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum í fast starv

Okkum tørvar tveir námsfrøðingar í fast starv til Ljósástovu at byrja mánadagin 25. mars 2024.

 

Lønarbrotið er 0,85

 

Frágreiðing um skúlatilboðið Ljósástova

Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Tað er eitt samstarv millum Sernám og Skúlan á Argjahamri. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin eru næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Lesið og síggj myndir her: https://sah.fo/?p=626

 

Stað

Ljósástova heldur til í nýggjum hølum í norðara enda í Látrinum.

 

Førleikakrøv  

Vit hava tørv á útbúnum námsfrøðingum. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava arbeiðsroyndir innan serøkið. 

 

Okkum tørvar starvsfólk sum:

• eru fyrikomandi og jalig

• hava breitt menniskjasýni

• hava áræði at taka ábyrgd

• duga at samstarva í toymum

• dáma avbjóðingar og hugsa kreativt

 

Lønar- og setanartreytir  

Setanarøkið er Skúlin á Argjahamri. Námsfrøðiligu tímarnir verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. 

Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

 

Umsóknir  

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 12.03.2024

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra á tlf. 224240, ella á t-post: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo  

Ljósástova

Áin og vatnið sunnanfyri Skúlan á Argjahamri eita Ljósá. Staðið verður nógv vitjað av skúlanum. Navnið umboðar ljósið, hesi børnini eru, og tað ljós, ið verður veitt teimum í Ljósástovu.