Varðin (Bókasavn)

Skúlabókasavnið Varðin

Varðin er altíð opin í skúlatíð, og bókavørður er tøkur ein part av degnum. Næmingar avgreiða sjálvir síni lán og lata bøkurnar inn á hillina frammanfyri varðan við inngongdina.

Endamálið við Varðanum er :

·        at menna forvitni og eggja næmingunum at lesa og læra

·        at gera tað lætt fyri næmingarnar at finna tilfar

·        at stuðla teimum í at njóta eina góða bók.

Harumframt hava vit nýtt og gott tilfar til lærarar, sum ynskja hugskot til undirvísing og annars eru áhugaðir í námsfrøðiligum lestri.

Á skúlabókasavninum eru :

·        Myndabøkur á føroyskum og donskum

·        Lættlisnar bøkur á føroyskum, donskum og enskum

·        Fagrar bókmentir á føroyskum og donskum

·        Yrkisbókmentir á føroyskum og donskum

·        Eitt sindur av enskum og týskum bókum

·        Tíðarrit á føroyskum og donskum

·        Læraraleiðbeiningar og annað námsfrøðiligt tilfar

·        Fløgur og ljóðbond

 

Næmingar og starvsfólk í Skúlanum á Argjahamri eru skrásett í bókasavnsskipanini, so ikki er neyðugt við lánarakorti

Lánitíðin er ein mánaður.