Skúlin á Argjahamri
Skúlin er tikin í nýtslu í august 2011. Skúlin er tvísporaður frá 1-9 flokk. Haraftrat er frítíðarskúlin í skúlanum. Bygningurin er skipaður í fýra eindir, og teir tríggir undirvísingarpartarnir eru í hvør síni eind við felagsøki bæði til lærarar og næmingar. Í fjórðu eindini er m.a. tvífimleikahøll.
Skúlastovurnar eru allar á ovastu hædd. Teir yngstu næmingarnir eru í bygninginum, sum er í einari hædd og vendir móti skúlagarðinum og haganum. Tey eru tætt við uttanumøkið. Á henda hátt verður uttanumøkið partur av dagliga virkseminum bæði í skúlatíð og frítíðarskúlatíð. Meðan tey minstu børnini hava umhvørvið tætt við, hava teir eldru næmingarnir havsbrúnna sum mál og mið.
Skúlin á Argjahamri er 7.100 m² til støddar. Á miðhæddini eru fakhølir, fimleikahøll, umsiting og námsfrøðiligur tænastudepil. Á niðastu hædd eru heilsufunktónir og starvsfólkarúm.
Skúlaárið 2014 / 2015 varð forskúli settur á stovn í Skúlanum á Argjahamri.
Skúlin er tvísporðaður við næmingum úr forskúla til og við 9. flokki.
Skúlaárið 2019/20 ganga 361 næmingar í 1.-9.fl. og 20 næmingar í forskúla í Skúlanum á Argjahamri. Grunddeildin er býtt í floksstig, meðan miðdeild og hádeild eru býtt í vanligar flokkar. Dagliga eru umleið 50 starvsfólk knýtt at skúlanum. Hetta umfatar leiðslu, skrivstovufólk, lærarar, námsfrøðingar, heilsufrøðing, skúlavørðar og reingerðarfólk.