Búmerkið hjá felagnum
Heim / Flokkar / 3. flokkur / A /
Vikuætlan

Vikuætlan.

Dagligt heimaarbeiði:

  • Lesa hvønn dag í 15-20 min. og skriva í bókamerkið.

  • Venjið tabellirnar dagliga.                                                                                                                           

  • Hugskot: Venjið eina ella tvær tabellir, tá tit eru í bili. Støddfrøði verður nógvar ferðir lættari, um næmingurin dugir tabellirnar      
  • Vit eru byrjað at venja Ormin langa. Vit venja tvey ørindir um vikuna.
  • Tit finna kvæðið her: Ormurinlangi.pdf
Vika 46
Mánadagur
2026-11-09
  • Støddfrøði +-×÷

    Roknið s.7 hesa vikuna.
    Hygg um barnið hevur skilt hvussu tað skal roknast. Vegleiðing er á fremstu síðunum, um neyðugt.

  • Ormurin langi

    Hesa vikuna venja vit ørindi 7-8 í Ominum langa. Venjið dúgliga.

Týsdagur
2026-11-10
  • Føroyskt

    Heima: Venjið fyrisøgn 11 heima til í dag við at skriva hana pent niður í fyrisagnarheftið. Venjið síðan nøkur orð saman við einum vaksnum, sum spyr, hvussu tey stavast.

    Í skúlanum: vit skriva fyrisøgn og lesa. Tað er lesivika í skúlanum í donskum bókmentum, so vit lesa danskar bøkur ein skúlatíma um dagin. 

  • Ítróttur

    Øll møta í høllini við ítróttarklæðum.

Mikudagur
2026-11-11
  • Føroyskt

    Heima: Lesið s. 38-41 í Hervør og Høgni og tosið um innihaldið.

    Í skúlanum: Vit lesa tekstin saman og gera s. 30-33 í Hervør og Høgni arbeiðsbókini. Verða tey ikki liðug í skúlanum, kemur bókin heim við at gera liðugt heima.

Hósdagur
2026-11-12
  • Føroyskt

    Heima: Lesið eisini hvønn dag og skrivið í bókamerkið, hvat tit hava lisið.

    Í skúlanum: Vit lesa, arbeiða í betri handskrift og skriva søgur.

Fríggjadagur
2026-11-13
  • Føroyskt

    Heima: Lesið og tosið um innihaldið.

Ymiskt at minnast til:

  • Felags foreldrafundur verður 8.sep. kl.17. Fyri at fáa p-pláss, er skilagott at koma í góðari tíð. (Fundur er á allari grunddeild samstundis)
  • Foreldraviðtalur verða 21. sep. og 28. sep. frá kl 13.45.
  • 28.okt verður hugnakvøld fyri børnunum í 3.a (eingin foreldur ella systkin hesuferð) kl 18-20. 
  • 3.fl er meldaður til skúlaleikir, ið er um várið 2027 (dato kemur, tá ið eg veit tað).
  • Árligi pyntidagurin er 30.nov. Loyvi er at hava okkurt gott við í matpakkanum hendan dag. 
  • Foreldraumboð 2026/2027:    Sandra (Lilja) 519994            Eva (Hanna J) 263386         Hildigunn (Benjamin) 288897

 

 

Spurningar og svar frá foreldrafundinum:

  • Skulu tey vaska hár eftir ítrótt: eftir ítrótt vaska gentur ikki hár, men dreingir gera. 
  • Skulu tey vaska hár eftir svimjing: ja
  • Sleppa at hava søtt við í skúla: 9 ímóti og 7 fyri. so vit halda okkum frá søtum við í skúla.