Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

19/04/2024

Skúlin á Argjahamri verður bundin í Skúlanet

Íbindingin byrjar í dag

Fríggjadagin 19. apríl kl 12.00 byrjar Gjaldstovan at flyta Skúlan á Argjaharmi yvir í Skúlanet.

Av hesum kann roknast við ymsum órógvi, sum fer at ávirka undirvísing og samskifti annars. Íbindingin er vónandi liðug uml 29. apríl.

Haldið okkum til góðar.

 

Um Skúlanet

Skúlanet er skipað sum samstarv ímillum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunur, skúlar, útbúgvingarstovnar og Gjaldstovuna, sum umsitur Landsnet, og er líkt tilboðnum til almennar stovnar.

Skúlanet er nýggj tænasta, sum skipar felags KT loysnir og hjálp til allar undirvísingarstovnar í landinum. Krøvini til KT og KT trygd vaksa alsamt, og tí eru stórir fyrimunir við at miðsavna hetta øki.

Endamálið við heildarætlanini fyri undirvísingarøkið er í stuttum at betra um KT og dátutrygd, lætta um fyrisitingina og gera samskiftið ímillum skúla, starvsfólk, næmingar og foreldur smidligari.

Meira kann lesast her: https://skulin.fo/skulanet