Um Frítíðarskúlan á Argjahamri
Frítíðarskúlin leggur stóran dent á, at frítíðin er tíðin hjá børnunum. Spæl o.a. virksemi er sjálvboðið og skemalagt á øðrvísi hátt enn í skúlanum.
Børnini hava sjálvi møguleika at ráða yvir sínum virksemi, tó undir ábyrgd og vegleiðing av starvsfólkunum.
Frítíðarskúlin ynskir at skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, sum er stuttligur, avbjóðandi, hugnaligur og góður.
Børnini hava møguleika at fáa íblástur til ítriv og at vera skapandi. Vit leggja stóran dent á, at menna teir persónligu og sosialu førleikarnar, samstundis sum vit eisini geva tí aktiva barninum ans.
Til ber m.a. til at síggja visiónir, virðisgrundarlag, námsætlan og virksemi hjá Frítíðarskúlanum á heimasíðuni hjá frítíðarskúlanum, www.argjahamri.fo.