Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

29/01/2024

Skúlastýrið: Áheitan til bilførarar

Skúlastýrið heitir á øll foreldur/bilførarar, um at virða parkeringsreglarnar runt um skúlan. Skúlastýrið ásannar, at nógv tíverri parkera beint við høvðusdyrnar og hetta skapar óhepnar støður. Tað er frámerkt er við skelti, at tað ikki er loyvt at parkera har og kann hetta geva parkeringsbót.

Orsøkin, at tað ikki er loyvt at parkera har, er, at nógv børn, úr skúla, frítíðarskúla og barnagarði nýta hesa farleið og síggjast ikki, tá bilar skulu bakka og venda. Vit mugu seta trygdina hjá barninum fremst!

Skúlastýrið vísir á, at eitt stórt parkeringspláss er beint við skúlan og hevur 76 parkeringspláss.

Sí annars kortið her: