Næmingar
Løtur - 2022-23

Hetta er myndasavnið hjá forskúlanum

AKT toymið á vitjan

Í dag hava vit havt vitjan av Lissi og Bjørg frá AKT toyminum. AKT stendur fyri atferð, kontakt og trivna, og tey vitja flokkarnar, fyri at læra okkum at vera fitt og góð við hvønn annan.
Tey tosaðu um grønar vinir, tað eru teir glaðu, fittu vinirnir, og so teir reyðu vinirnar, sum ikki altíð eru so glaðir - og vit komu eisini inn á, hvat kenslur eru. Vit sloppu eisini at tekna reyðar og grønar vinir.
Vit gleða okkum næstu ferð AKT toymið kemur, tí vit skulu ganga í skúla her í nógv ár afturat, so gott er at hava góðar vinir.

Okkara 100 daga veitsla

Mikudagin 25. januar høvdu vit gingið 100 dagar í forskúla, og varð hetta hátíðarhildið við hugna, spølum, sangi og øðrum.
Vit hugnaðu okkum við tónleiki og discolampum, dansaðu "just dance", sungu karoke og spældu spøl.
Vit endaðu dagin við pizza frá pizza 67, og har høvdu vit okkurt leskiligt afturvið.
Ein góð veitsla við sera fittum, røskum og skilagóðum børnum.

Føroyskur dansur - vit dansa 13. dag

Søgnin sigur, at kópar koma á land 13. kvøld, lata seg úr haminum og leika og dansa alla náttina. Hetta er eisini gamalt dansikvøld, enntá eitt tað størsta dansikvøldið gjøgnum dansiveturin, so sjálvsagt verður eisini dansað við næmingunum henda dagin.

Næmingar í grund- og miðdeild møta í Miðrók, har tey hoyra søgnina um kópakonuna. Síðani varð farið upp á gólv.
Vit kvøða:
• Veturin kom við kulda og kava
• Burtur á heiði
• Nykursvísa
• Óskudólgur og Sópingarkona
• Dunnaldur

Allir flokkir á skúlanum eru við í eini kapping um at kvøða, har tann raskasti flokkurin at kvøða vinnur ein túr í bowlinghøllina.

Portrettir

Í sambandi við tema um kroppin, hava vit gjørt okkara egna portrett, sum sleppa upp har at hanga, tá tey eru liðug.

Evni er kroppurin, gøgn og annað

Í januar hava vit tema um kroppin, gøgn og annað.
Vit hava granskað ein mør av seyði við innvølum, sum vælindi, hjarta, lungum, livur og nýrum.
Børnini fingu høvi at nerta við innvølirnar aftaná, tá vit høvdu lært um evnið.

Evnisvikur um kroppin

Í dag hava vit lært um ymisku gøgnini í kroppinum, so sum hjarta, lungu, livur, magi, tarmar og nýra. Vit hava sæð gøgnini og tosa um teirra týdning.
Aftaná royndu so at seta gøgnini á rætta stað á einum sokallaðum fyrriklæði. Tað gekk rættiliga væl.

Jólamánaður

Nú er desembur byrjaður, hava vit hvønn dag eina jólahugnaløtu har vit lesa ein kapitul um Vitello, meðan kalendaraljósið brennur.
Eisini fær eitt barn ein pakka hvønn dag.
Vit eru eisini byrjað at venja jólasangir, ið vit fara at framføra fyri skúlanum og til jólaveitsluna.

Evni: Havið

Seinastu dagarnar hava vit havt eitt tema um havið og fiskar. Í hesum sambandi høvdu næmingarnir sína egnu skógvaerskju við, sum teir gjørdu til teirra egna akvarium við teirra fiskum og hvalum.

Halloween í forskúlanum

Í dag hava vit havt ein sera (ó)hugnaligan dag - vit hava havt ein halloween dag

Kreativur høgguslokkur

Vit gera kreativar høgguslokkar

Balansu- og rørsluvenjingar

Vit venja ymiskar balansu-, rørslu- og motoriskarvenjingar.
Í forskúlanum leggja vit stóran dent á rørsluvenjingar og spæl.

Gerandisdagar í forskúlanum

Gerandisdagurin í forskúlanum er sera fjølbroyttur

Djór og annað evnað úr bløðum

Her hava børnini evnað fantasi djór o.a. burturúr bløðunum, vit funnu í viðalundini í seinastu viku.
Bløðini hava vit turkað, límað og evnað til ymisk djór.

Ymisk kreativt

Hvørja viku gera vit ymiskt kreativt. Her havt vit klipt, teknað og litað okkara hús og so seta vit húsini saman til eina bygd.
Vit hava eisini klipt trø, sum prýða okkara vindeygu, og gjørt seyðir, sum hanga undir loftinum

Sansa- og motoriskarvenjingar

Í forskúlanum venja vit ymiskar sansa-, rørslu- og motoriskar venjingar