Kvæðaprofilurin

Kvøðing í Skúlanum á Argjahamri

Føroyski dansurin – millum dýrastu mentanarperlur okkara

Føroyski dansurin er partur av okkara dýrabara mentanararvi, ið flestu okkara eru errin av. Vit vilja gjøgnum kvæðaundirvísingina varðveita og menna siðaarvin.

Endamálið er við góðari og námsfrøðiligari kvæðaundirvísing, at geva næmingunum góðar og jaligar kvæðaupplivingar, ið kunnu kveikja hug teirra til føroyskan dans og harvið at bera livandi mentan okkara víðari.

Kvæðaundirvísingin er bygd upp um søgurnar í kvæðunum og frásøgnina í dansinum. Vit vilja arbeiða við dansilag, kvøðing sum frásøguhátti og dansisiði; og ikki minst vísa á stuttleikan við góðum dansi, samstundis sum tað er ein partur av fakligu undirvísingini í ymsum lærugreinum.

Tí verður arbeitt soleiðis:

- Søgan verður fortald fyri næmingunum

- Vit arbeiða við kvæðunum fakliga

- Vit læra kvæði, ella part av hesum, uttanat

- Hvussu dansa vit?

o Hvussu er stevið?

o Uppgávan hjá skiparanum

o Rørslur í dansinum

o Dansilag

 

Gjøgnum skúlatíðina á Argjahamri læra næmingarnir eina kvæðaheild, ið er uppbygd av fótatraðki, soleiðis at teir hitta kvæðini aftur eftir lokna skúlagongd. Kvæðaheildin inniber ymisk kvæðasløg, t.d. sannsøgulig-, náttúrukvæði og tættir.

 

 

Grunddeild                            Miðdeild                                     Hádeild

Nykursvísa                            Sigmundskvæði yngra               Flóvin Bænadiktsson

Ormurin langi                        Leivur Øssursson                       Jákupsa skegg

Ólavur Riddararós                Brestiskvæði                               Harra Pætur og Elinborg

 

Umframt hesi, hava vit ein tátt, sum er felags á hvørjum ári: Per Jákup Mikal.