Næmingar
Fundarfrásagnir, Miðdeild

Fundarfrásagnir 2022/23, Miðdeild

Ongar fílur

Mánadagur 09.01.2023

Møtt: Leon, Hugin, Viktoria, Jóannes, Villiam og Nóa

ikki møtt: Eva

Fundurin í dag gongur út uppá at fyrireika Talentshowið, sum verður í mars. Tey royna at kortleggja, hvussu dagurin skal skipast. Dentur er lagdur á, at eingin er vinnari í hesum talentshowið.

 Avtalað er, at umboðini fara út í flokkarnar at kanna, um undirtøka er fyri at framføra nakað til Talentshowið.

Vit hava fund aftur hósdagin 12. januar.

Mánadagur 27.11.2022

Møtt: øll møtt

Leon og Viktoria høvdu verið á skúlastýrisfundi og kunnaðu næmingaráðið um hvussu tað gekk. Næmingaráðið hevði lagt fram fyri stýrinum sína ársætlan, sum m.a. innihelt, at fáa Snorra Patursson at halda fyrilestur um góða matpakkan, at betra um umstøðurnar í skúlagarðinum og at hava onkur trivnaðurátøk í deildini.

Avtalað er at hava Kahoot 12. des. Floksstigini koma í miðrók at kappast í einum skúlatíma.
Avtalað var eisini at halda fram við fyrireikingunum við Talentshow. Tað verður fyrireikað í januar og eftir ætlan at hava tað í februar.

Næsti fundur verður í januar.

Mánadagur 17. oktobur

Møtt: Leon, Hugin, Eva, Viktoria, Villiam og Nóa

ikki møtt: Jóannes

Hetta var fyrsti fundur hjá næmingaráðnum. Á skránni var at velja næstformann/kvinnu og at hugarok yvir, hvat man ynskti at arbeiða við í ár.

Eva á Rógvu var vald til næstforkvinnu. Lutakast mátti til.

Hugarokið gav nógv góð hugskot. Serhølir, kafeteria, floksins tími, Kahoot, rennistrong, reiggjir, microovnur, Niðari vøll skal hava hegn og høllin.

Eva og Viktoria fyrireika eina Kahoot at hava fyri allari miðdeildini.

Næsti fundur verður mánadagin 14. novembur.