Visiónir fyri Skúlan á Argjahamri
Á Skúlanum á Argjahamri vilja vit skapa eitt skúlaumhvørvi, har øll kunnu læra, trívast og kenna seg heima. Tí leggja vit dent á at:
- fagna ymiskleikanum og styrkja eitt trygt og sterkt felagsskap
- nýta nátturuna sum íblástur, læriøki og uppliving
- nýta tøkni á ein ábyrgdarfullan hátt, so hon stuðlar læring og forvitni
Virðir fyri Skúlan á Argjahamri
Við flutninginum í nýggjan skúla og nýggj hølisumstøðu hava vit endurskoðað okkara virðir og mál. Virðisgrundarlagið er savnað í fýra “Á”, sum eru grundsúlurnar undir tí, vit standa fyri.
Hesi eru:
- Ábyrgd
- Álit
- Ágrýtni
- Ávirkan
Ábyrgd: Vit taka ábyrgd – fyri okkum sjálvi, hvørjum øðrum og felagsskapinum. Vit vísa virðing og umsorgan í verki.
Álit: Álit er grundarlagið undir trivnaði og góðum samstarvi. Vit byggja álit við at vera álítandi, fyrikomandi og greið í okkara samskifti.
Ágrýtni: Vit verða eggjað til at vera ágrýtin og arbeiðssom. Vit halda fram, eisini tá tað er trupult, og vit læra av at royna.
Ávirkan: Vit eru tilvitað um, at vit øll hava ávirkan. Okkara val, okkara orð og okkara atburð kunnu styrkja læring, trivnað og felagsskap.