Reglugerð fyri Skúlan á Argjahamri
Reglur galdandi fyri allan skúlan:
- Næmingarnir lata seg úr skónum við úthurðina og seta teir á hillina uttanfyri floksstovuna. Tað er ikki loyvt at vera í útiskóm í høllini.
- Eta og drekka í matarsteðginum og annars bert fríløtunum
- Søtmeti og sodavatn er bert til serligt høvi
- Hugnakrókar og líknandi støð, skulu ikki brúkast at eta í
- Tá skúladagurin er av, skulu allir stólar vera hongdir upp undir borðið í minstu støðu
- Í hvørjum flokki skal røklaskipan vera
- Meginreglan er, at hvør deild eigur sítt øki
- Bóltspæl fer fram í høllini, í Látrinum ella uttanfyri.
- Felagsøkini verða nýtt eftir nærri avtalaðum reglum
- Fartelefonir og snild-ur skulu vera sløkt ella sett á "flight mode" og latast inn um morgunin. Tólini verða goymd í skápinum, meðan skúladagurin er. Næmingarnir fáa tey aftur, tá skúladagurin er liðugur. Telefonir og snild-ur kunnu bert nýtast sum amboð í undirvísingini, tá hetta er avtalað við læraran. Um eitt tól verður brúkt á órættan hátt, tekur lærarin tað frá næminginum og letur tað inn á skrivstovuna við navninum á. Foreldrini kunnu síðani heinta tólið á skrivstovuni áðrenn kl. 15:30 sama dag.
- Bluetooth-eindir, so sum AirPods, kunnu nýtast, um lærarin gevur loyvi.
Reglur fyri grunddeildina:
- Børnini í Grunddeild fara út í fyrra fríkorterinum
- Útiøkið er oman til pisurnar og yvir til Tváttá
- Innandura valdar friður, vit ganga inni og kunnu renna úti.
- Fartelefonir og snild-ur skulu vera sløkt ella sett á "flight mode" og latast inn um morgunin. Tólini verða goymd í skápinum, meðan skúladagurin er. Næmingarnir fáa tey aftur, tá skúladagurin er liðugur. Telefonir og snild-ur kunnu bert nýtast sum amboð í undirvísingini, tá hetta er avtalað við læraran. Um eitt tól verður brúkt á órættan hátt, tekur lærarin tað frá næminginum og letur tað inn á skrivstovuna við navninum á. Foreldrini kunnu síðani heinta tólið á skrivstovuni áðrenn kl. 15:30 sama dag.
Reglur fyri miðdeildina:
- Næmingarnir fara út í fríkorter (garðvaktin kann geva undantøk, um veðrið er ov vánaligt)
- Fartelefonir og snild-ur skulu vera sløkt ella sett á "flight mode" og latast inn um morgunin. Tólini verða goymd í skápinum, meðan skúladagurin er. Næmingarnir fáa tey aftur, tá skúladagurin er liðugur. Telefonir og snild-ur kunnu bert nýtast sum amboð í undirvísingini, tá hetta er avtalað við læraran. Um eitt tól verður brúkt á órættan hátt, tekur lærarin tað frá næminginum og letur tað inn á skrivstovuna við navninum á. Foreldrini kunnu síðani heinta tólið á skrivstovuni áðrenn kl. 15:30 sama dag.
- Vit lata okkum úr skónum innanfyri úthurðina og seta skógvarnar á hillina í miðdeild
- Í matfríkorterinum kunnu næmingarnir vera inni, um atferðin er í lagi og reglurnar verða hildnar
- Næmingarnir skulu ikki handfara tastatur ella teldur í skúlastovuni.
Reglur fyri hádeildina:
- Næmingarnir lata seg úr skónum við úthurðina og seta teir á hillina uttanfyri floksstovuna. Tað er ikki loyvt at vera í útiskóm í høllini.
- Talvurnar/teldurnar skulu bert brúkast í undirvísingini.
- Fartelefonir og snild-ur skulu vera sløkt ella sett á "flight mode" og latast inn um morgunin. Tólini verða goymd í skápinum, meðan skúladagurin er. Næmingarnir fáa tey aftur, tá skúladagurin er liðugur. Telefonir og snild-ur kunnu bert nýtast sum amboð í undirvísingini, tá hetta er avtalað við læraran. Um eitt tól verður brúkt á órættan hátt, tekur lærarin tað frá næminginum og letur tað inn á skrivstovuna við navninum á. Foreldrini kunnu síðani heinta tólið á skrivstovuni áðrenn kl. 15:30 sama dag.
- Eingi bóltspøl á Hádeild
- Øll rudda upp eftir sær
- Ikki er loyvt at eta og drekka í teimum bleytu møblunum.