Næmingar
Viðtøkur og reglur

Viðtøkur fyri næmingaráðið í Skúlanum á Argjahamri

 

§1 Navn

Navnið á næmingaráðnum er "Næmingaráðið í Skúlanum á Argjahamri"

Stk. 1 Tað eru tvey næmingaráð í Skúlanum á Argjahamri. Tey hava undirnøvnini:

· Næmingaráðið í miðdeild (4.-6. flokkur)

· Næmingaráðið í hádeild (7.-9. flokkur)

 

§2 Endamál

Stk. 1 Næmingaráðið skal arbeiða fyri áhugamálum hjá næmingum í skúlanum innan hesi øki:

· Viðurskifti, ið hava við skúlagongdina at gera

· Fysisku karmarnir í skúlanum

· Sosial viðurskifti

Stk. 2 Næmingaráðið kann ikki viðgera persónsmál um lærarar ella næmingar.

 

§3 Skipan av næmingaráði

Stk. 1 Í næmingaráðnum er eitt umboð úr hvørjum flokki. Harumframt verður ein næmingur valdur at verða næmingaráðsformaður/forkvinna. Hetta hendir við atkvøðu á valdegnum.

Stk. 2 Ein lærari er umboðaður í hvørjum næmingaráði. Uppgávan hjá læraraumboðnum er at vegleiða næmingarnar í nevndararbeiðinum. Læraraumboðið hevur ikki atkvøðurætt í næmingaráðnum.

Stk. 3 Næmingaráðið skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara og vanligum limum.

Stk. 4 Næmingaráðið kann seta smærri arbeiðsbólkar at arbeiða við ítøkiligum málum og uppskotum, ið síðani kunnu leggjast fram fyri ráðið.

Stk. 5 Næmingaráðið skal minst eina ferð árliga koma á skúlastýrisfund at geva eina frágreiðing um virksemi hjá næmingaráðnum. Næmingaráðið kann eisini leggja uppskot fram fyri skúlastýrið.

Stk. 6 Næmingaráðið er viðtøkuført, um minst 2/3 av limunum eru til staðar á fundinum.

 

§4 Val

Stk. 1 Næmingaráðsval er skjótast gjørligt eftir, at eitt nýtt skúlaár er byrjað. Nýggja næmingaráðið tekur við eftir valið.

Stk. 2 Leiðsla skúlans skipar fyri næmingaráðsvalinum.

 

§5 Fundir í næmingaráðnum

Stk. 1 Næmingaráðið hevur seks fundir árliga.

Stk. 2 Næmingaráðið skrivar fundarfrásøgn til hvønn fund. Fundarfrásøgnin skal vera tøk til allar næmingar skúlans.

Stk. 3 Allir fundir í næmingaráðnum skulu hava eina dagsskrá. Formaðurin ger hesa dagsskrá og kunnar hinar limirnar um hana seinast 3 dagar fyri fundin.

Stk. 4 Allir næmingar skúlans kunnu koma við punktum til dagsskránna hjá næmingaráðnum. Hesi skulu vera formanninum í hendi minst eina viku undan fundinum.

Stk. 5 Formaðurin leiðir næmingaráðsfundin í samráð við læraraumboðið. Um formaðurin ikki er til staðar, leiðir næstformaðurin fundin.

Stk. 6 Formaðurin hevur rætt til at burturvísa limum av fundi, um hesir sýna óhøviskan atburð.

 

§6 Broytingar

Broytingar í viðtøkunum skulu góðkennast av skúlaatýrinum og av minst 2/3 av næmingaráðnum.