Sorgarætlan

Mannagongdir í Sorgarbólkinum

Fyrsta fráboðan
Heitt verður í faldara skúlans á foreldur og avvarðandi beinanvegin at boða skúlanum frá, um næmingur doyr ella missir ein av sínum næstu.
Heitt verður á avvarðandi hjá starvsfólki skúlans beinanvegin at boða skúlanum frá, um starvsfelagi doyr ella missir ein av sínum næstu.Tann, sum fyrst frættir um andlát, sum rámar næming ella starvsfólk skúlans, boðar skúlanum/leiðsluni frá.

Andlát í vikuskifti/feriu
Doyr næmingur ella starvsfólk í vikuskifti/feriu boða tey avvarðandi antin leiðsluni, flokslæraranum ella onkrum í toyminum frá, og leiðslan setir tilbúgvingarætlanina í verk fyrsta dagin eftir feriuna.

Andlát uttan fyri skúlatíð
Doyr næmingur uttan fyri skúlatíð boðar leiðslan beinanvegin flokslæraranum og lærarunum í toyminum frá andlátinum.
Leiðslan boðar hinum starvsfólkum skúlans frá, áðrenn skúladagurin byrjar.
Húsavørðurin vindur flaggið í hálva stong.

Flokkurin, sum hevur mist
Flokslærarin, ella annar lærari, sum kennir flokkin væl og møguliga skúlastjórin/prestur/sálarfrøðingur fara inn við flokkinum.
Næmingarnir fáa at vita, hvat er hent.
Tosað verður gjølla um tað, sum er hent.
Borðið hjá tí farna kann vera prýtt við blómum, ljósi og mynd.
Næmingarnir fáa høvi at gráta og práta, minnast og spyrja.
Næmingarnir kunnu evna okkurt til, sum foreldrini, sum mist hava, kunnu fáa (t.d. brøv, tekningar, søgur, yrkingar).
Næmingarnir sleppa at gera okkurt heilt annað henda dagin t.d. fara túr, spæla tónleik, fáa drekkamunn o.a.

Flokslærarin og/ella annar lærari, sum kennir flokkin væl, er saman við næmingunum allan skúladagin.

Hinir flokkar skúlans
Lærararnir, sum hava hinar flokkarnar, fara inn við sínum flokkum og greiða frá, hvat er hent.

Kunning til heimini
Heimini fáa skriv. Skúlin greiðir frá, hvat er hent, og nær minningarløta skúlans verður.

Týdningarmikið
Toymið/leiðslan syrgir fyri, at næmingarnir í flokkinum, sum hava mist, ikki koma heim í tóm hús.

Vitjan í heiminum
Flokslærarin/ annar lærari, sum hevur flokkin nógv, og skúlastjórin vitja heimið
Hava blómutyssi og heilsan frá skúlanum við.
Greiða frá minningarløtuni. Kanna, um tey avvarðandi hava hug at luttaka ella vitja flokkin ein av fyrstu døgunum ella seinni.
Kanna, um tey avvarðandi hava serlig ynski ella brúk fyri hjálp.
Fáa at vita, nær jarðarferðin verður, og hvussu hon fer fram.
Handa møguligar heilsanir frá flokkinum.

Minningarløtan
Minningarløta verður í høllini kl. 9.30 annan skúladagin eftir hendingina.
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Í høllini verður borð sett upp við ljósi og blómutyssi.
Sálmur verður sungin.
Prestur hevur bønarhald.
Tøgn.
Sálmur.
Flokslærararnir ella annar lærari, sum kennir flokkin væl, eru saman við sínum flokkum tíman aftan á minningarløtuna

Jarðarferðin
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Eingin skúlagongd er undir jarðarferðini.
Næmingar kunnu fylgja saman við foreldrunum.
Skúlin sendir krans.

Møguleikar
Minningarorð í bløðini frá skúlanum/lærarum/flokkinum.
Foreldrafundur um tað at missa.
Møguleiki fyri serkønari hjálp t.d. ( heilsusystir, prestur, sálarfrøðingur).
Minnast fyrsta føðingardagin hjá tí deyða.

Um næmingur missir
Leiðslan syrgir fyri neyðuga sambandinum við hini starvsfólkini.
Flokslærarin fer inn í avvarðandi flokk og greiðir frá, hvat er hent og er saman við teimum eftir tørvi.
Næmingarnir kunnu evna okkurt til skúlafelagan (søgur, myndir, yrkingar, brøv).
Heimini fáa skriv.

Samkensluheilsan
Skúlin sendir heiminum eina blómuheilsan og møguligar heilsanir frá skúlafelagunum.
Flokslærarin saman við øðrum lærara floksins vitjar heimið.

Jarðarferðin
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Umboð fyri skúlan fylgja.
Floksfelagarnir kunnu fylgja í samráð við/ella saman við foreldrunum.

Hvat hendir síðani
Flokslærarin ella annar lærari, sum kennir flokkin væl, fyrireikar hinar næmingarnar, at floksfelagin kemur aftur.
Tá ið næmingurin kemur aftur í skúla, fylgja lærarar floksins næminginum.
Møguleiki fyri serkønari hjálp - heilsusystir/prestur/samkomuleiðari/sálarfrøðingur.

Týdningarmikið
At tosa um missin/sorgina í flokkinum.
Flokslærarin/annar lærari tosar við næmingin um sorgina av og á.
Lærararnir fylgja við, hvussu næmingurin/floksfelagarnir hava tað.

Hinir flokkarnir
Flokslærarin greiðir næmingunum frá, at ein av næmingum skúlans hevur mist ein av sínum næstu.

Tá ið starvsfelagi doyr
Leiðslan boðar starvsfólki skúlans frá.
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Flokkarnir fáa boðini.
Um flokslærarin doyr, tekur tann, sum hevur flokkin næst eftir flokslæraran, sær av flokkinum.
Umboð fyri skúlan vitja heimið. Hava blómutyssi og heilsan við.
Minningarløta.
Eingin skúlagongd er undir jarðarferðini.
Næmingar kunnu fylgja í samráð við/ella saman við foreldrunum.
Skúlin sendir krans - Minningarorð til Skúlablaðið.

Tá ið starvsfelagi missir hjúnafelaga ella barn
Leiðslan boðar starvsfólki skúlans frá.
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Flokkarnir fáa boðini.
Um flokslærari hevur mist, tekur tann, sum hevur flokkin næst eftir flokslæraran, sær av flokkinum.
Umboð fyri leiðslu og skúla vitja heimið. Hava blómutyssi og heilsan við.
Skúlin sendir krans.

Tá ið fyrrverandi starvsfelagi doyr ella missir hjúnafelaga/barn
Leiðslan boðar starvsfólki skúlans frá.
Flaggið verður vundið í hálva stong.
Umboð fyri leiðslu og skúla vitja heimið. Hava blómutyssi og heilsan við.
Skúlin sendir krans

Neyðugt at hava við, tá ið vit fara túr við næmingunum
Fartelefon við telefonlista og tlf.nr. skúlans - Fyrstahjálpsskjáttu - Tvey vaksin.

Um flokkur er fyri óhappi
Hendir eitt óhapp á túrinum, verður boðað skúlanum frá.
Næmingarnir mugu ikki fara einsamallir heim til tóm hús.
Skúlin syrgir fyri neyðugari kunning til heimini.
Møguleiki eigur at vera fyri hjálp og vegleiðing komandi dagarnar.

Skúlin má útvega sær
Telefonlista ( prestur, sálarfrøðingur, heilsusystir o.o.)
Samkenslukort frá skúlanum
Faldara til starvsfólk skúlans um mannagongdina
Neyðuga kunning til heimini.