Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

30/04/2024

Lisa Rask Olsen vann Pangea

Leygardagin var finalan í Støddfrøðikappingini Pangea 2024 hildin í Norðurlandahúsinum. Her gjørdi Lisa Rask Olsen ikki mætari enn at vinna kappingina í 6. flokki. Kapping var hørð. Tað endaðu tveir næmingar nr 2 og so Lisa nr 1. Eitt sera flott avrik, sum vit ynskja Lisu hjartaliga tillukku við.

Portal.fo skrivar annars soleðis á síni heimasíðu.

Kappingin byrjaði við undanumfari í januar á skúlunum runt landið, og 1462 næmingar frá 3. til 9. flokk vóru tilmeldað í ár. 70 teirra, t.e. 10 úr hvørjum floksstigi komu víðari til 2. umfar, sum varð hildið í Eysturskúlanum í mars mánaði.

Av hesum komu fimm luttakarar úr hvørjum floksstigi víðari til finaluna, sum varð hildin leygardagin.

Spenningurin var stórur til finaluna, og luttakararnir hava ídnir roknað gamlar uppgávur sum venjing til finaluna. Tey allarflestu høvdu familju við, og eisini tey hjástøddu kundu royna uppgávurnar, ímeðan finalan var í gongd.

Í fleiri floksstigum var hørð kapping, og stigamunurin var lítil.

Landstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen helt røðu og handaði steypini til vinnararnar.