Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

06/02/2024

Skúlin á Argjahamri hevur tikið enn eitt stig á umhvørvisvinarligari kós

Sum liður í at gerast alsamt umhvørvisvinarligari hevur Skúlin á Argjahamri tikið stigið at keypa endurnýtsluteldur bæði til næmingar, lærarar og til skúlastovur. 

 Hetta merkir, at vit fáa endurnýttar teldur, ið antin eru umbygdar ella dagførdar, so tær eru eins góðar og virka fult á hædd við aðrar nýggjar teldur. Tær lúka sostatt somu krøv, sum nýggjar teldur gera. 

Tórshavnar kommuna hevur valt, at allir skúlar í kommununi skulu gerast partur av Skúlanet, tað inniber, at vit skulu keypa fleiri nýggjar teldur. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit nú skifta til endurnýtsluteldur, sum er ein betri loysn bæði fíggjarliga og umhvørvisliga. 

 

Ætlanin er eisini, at gomlu teldurnar, ið eru á skúlanum, skulu verða partur av eini endurnýtsluskipan. Sostatt eru vit partur av eini burðardyggari ringrás, ið er við til at gagnýta tilfeingið, vit hava.   

 

Skúlin hevur umframt at ganga grøna kt-leið skift til umhvørvisvinarliga hitaskipan, so at vit eru farin frá at nýta olju til  fjarhita, sp/f Klima hevur gjørt eina skipan, ið m.a. stýrir vindeygunum og luftskiftinum í stovunum við framkomnum hita- og CO2-følarum, ið eisini máta luftnøgdina, ið sogin verður út. Heita luftin, ið verður sogin út, verður endurvunnin. 

 

Eins og við teldum og hitaskipan, hugsa vit eisini grønt, tá talan er um innbugv. Vit hava tí valt at keypa stólar til skúlastovurnar, sum eru framleiddir úr endurnýtsluplasti.

  

Sum skúli halda vit tað vera rætt at hugsa um umhvørvið, tí ynskja vit at ganga á odda og vera ein fyrimynd fyri næmingarnar, so at tey eisini síggja møguleikar í endurnýtslu og burðardygd.

 

Um tað hevur áhuga, fæst meira at vita um endurnýtsluteldur við at trýsta her og her