Her er leinkja til eftirmetingarskjalið til starvslæruna. Tit eru vælkomin at taka tað niður og geva tykkara starvslæruplássið at fylla út. Tit fáa skjalið heim við seinasta dagin.
Góðu næmingar og foreldur,
Heilsufrøðingurin á skúlanum bjóðar øllum næmingunum í 9. flokki til eina útskúlakanning.
Í hesum sambandi fáa næmingarnir eitt skjal heim við, sum eitur: ”Samtykki til útskúlakanning.” Hetta skrivið skal undirskrivast av einum foreldri og latast flokslæraranum skjótast gjørligt.
Útskúlakanningin umfatar funktiónskanningar (sjón, litsans, hoyrn, hædd og vekt) og eina persónliga samrøðu við næmingin um lívsstíl, trivna, likamliga, sálarliga og kynsliga heilsu.
Harafturat verður í flokkinum undirvíst í kynsligari heilsu.
Útskúlakanningarnar byrja í komandi viku. Foreldur eru vælkomin at seta seg í samband við heilsufrøðingin, um tørvur er á hesum, áðrenn tosað verður við títt barn.
Vinarliga
Hervør Jacobsen, heilsufrøðingur
tlf. 562355
Mail: hervorj@gigni.fo
Vika 36 01. - 03. septembur seturskúla í Klaksvík
Vika 42 11. - 19. oktobur heystfrítíð
Vika 44 27. - 31. oktobur verkætlan
Vika 47 18. - 21. novembur jólaroynd
Vika 49 01 - 12. desembur starvslæra
Vika 51 20. - desembur jólafrí
Vika 1 05. - januar skúlin byrjar aftur
Skrá fyri seinnu hálvu kemur seinni.
Broyting kann koma fyri
09.05 møta á farstøðini, bussurin koyrir 09.20
12.45 vitja nýggja húarhaldsskúlan
Eta matpakka
Eta døgurða, sum vit gera sjálvi
24.00 songartíð
09.00 eta morgunmat
11.00 vitja Føroya Bjór
13.00 vitja tekniska skúla
Vitja Christianskirkjuna ( fáa møguliga tíðspunkt seinni)
Svimja
Bíleggja pitsa
24.00 songartíð
Eta morgunmat
Rudda av
11.50 fer bussurin av Klaksvík
13.25 eru vit aftur í Havn
Vit fara annars at hugna okkum við kappingum, spæla borðspøl, ganga túr og bara ráhugna okkum saman.
Við á túrinum verða
Ingun, Mikkjal og Guðrið
Bollar: Guðrið
Smør (1 pk): Tóra og Noomi
Ost í skivum (1 pk): Ísak og Marjun
Sjokolátapálegg (nutella, ommukrem, myrka ella ljósa páleggsjokolátu): Petsy, Poula og Barbara
Súltutoy: Hugin
Koppar (22): Annabelle
Tallerkar (22): Sanna
Djús (1 litur): Eir, Maud, Benjamin, Rói, Eyð, Anna Sofía, David og Óli
Hvønn fríggjadag taka 2 ella 3 okkurt lekkurt við! Vit hava avtalað, at tit gera tykkum ómak, so tit samskipa, hvat tit hava við. Tit hava eisini ynskt, at tað skal vera okkurt sum skuffukaka, brownies og ís ella heimabakaðar smákakur(Cookies) Um tað ikki ber til hjá onkrum at hava heimabakað, so keypir man okkurt :) Er hetta ein trupulleiki, so siga tit tað við meg (Guðrið) so finna vit eina loysn :)
Vika 5: David og Óli
Vika 6: Rói og Finn Erhard
Vika 7: Vetrarfrí
Vika 8: Nathan og Hugin
Vika 9: Várroynd
Vika 10: Ísak og Benjamin
Vika 11: Tóra og Sanna
Vika 12: Poula og Petsy
Vika 13: Marjun, Eir og Eyð
Vika 14: Noomi og Maud
Vika 15: Betty og Barbara
vika 16: Páskafrí
Vika 17: Flaggdagur
Vika 18: Anna Sofía, Annabella og Arina
Tit fáa 15 minuttir hvør, og næmingarnir skulu við!
Tit mugu gjarna býta um innanhýsis, men gevið mær boð, so vit vita, nær hvør kemur.
14.00 Annabelle
14.15 Anna Sofía
14.30 Barbara
14.45 Rói
15.00 Poula
steðgur
15.30 Marjun
15.45 Maud
16.00 Noomi
16.15 Petsy
16.30 Eir
14.00 Sanna
14.15 Tóra
14.30 Benjamin
14.45 David
15.00 Hugin
Steðgur
15.30 Ísak
15.45 Nathan
16.00 Óli
16.15 Finn Erhard
16.30 Betty
16.45 Eyð
Mánadagin vórðu vit boðin til morgunmat hjá 8.b, so vit enda vikuna við, at vit bjóða morgunmat.
Hvør tekur, hvat við:
Bollar/franskbreyð: Guðrið, Maud og Finn Erhard
Pálegssjokolátu ljósa: Barbara og Marjun
Páleggssjokolátu myrka: Eir
Smyrjisjokolátu: Annabelle
Ost (1 pakka skivuost): Tóra og Eyð
Súltutoy: Hugin
Pikant ost (1): Benjamin
Koppar (40 - 50): Nathan
Tallerkar (40 - 50): Poula
Djús (1 litur) : Anna Sofía, Rói, Noomi, Petsy, Betty, Ísak og David
03.10.24 SSP tiltak í Høllini á Hálsi. Tryggari internetdagur, vitlíki
12.10. - 20.10. Heystfrí
21.10. - 25.10. Verkætlan
04.11. Viðtalur
11.11. Viðtalur
25.11. - 28.11. Jólaroynd
29.11. Pynta stovuna
21.12. - 01.01. Jólafrí
27.02. SSP tiltak á skúlanum. Góða ungdómslívið
27.02. SSP foreldrafundur um kvøldið
03.03. Føstulávintsmánadagur
?? Galla
12.04. - 21.04. Páskafrí
(15.05.?) Seinasti skúladagur
Skrivligar royndir
Munnligar royndir
20.06. Summarfrí
Mikumorgunin 12.06. eta vit morgunmat saman.Her er, hvat hvør tekur við:
Ommukrem ella nutella: Marjun og Betty
Smør: Tóra og Noomi
Ost: Ísak og Eyð
Myrka páleggssjokolátu: Petsy
Ljósa páleggssjokolátu: Poula og Barbara
Súltutoy: Hugin
Koppar (22): Annabelle
Tallerkar (22): Sanna
Djús (1 litur): Eir, Maud, Nathan, Benjamin, Rói, Anna Sofía, David, Óli og Finn Erhard
Góðu næmingar og foreldur.
Komandi dagarnar koma næmingarnir í 7. flokki til einstaklinga kanningar hjá heilsufrøðinginum.
Sjón, hædd, vekt og trivnaður verða kannaði.
Um tit hava viðmerkingar um trivna ella aðrar spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.
Vinarliga
Hervør Jacobsen, heilsufrøðingur
tlf. 562355
mail: hervorj@gigni.fo
SSP dagar fyri 7. Flokkar í Tórshavnar Kommunu - Ung og lívið – frá 22. til 24. apríl 2024
Góðu foreldur og næmingar í 7. flokkunum í Tórshavnar kommunu.
Í døgunum 22. til 24. apríl 2024, skipar SSP fyri áhugaverdum SSP døgum fyri øllum 7. Flokkunum í kommununi. Eisini verður skipað fyri foreldrafundi 22. apríl kl. 19.00.
Evnið er “ung og lívið” og lyklaorðið verður: Sálarligur trivnaður, herundir at tora at “standa ímóti bólkatrýsti” , “at siga til og frá”og “hvussu kanst tú vera við til at ávirka ein felagsskap positivt”.
Skráin fyri SSP-dagarnar fyri næmingarnar
· Mánadagin 22. apríl frá kl. 08.15 - 11:15: verður fyrilestur á Skúlanum á Argjahamri
o Lív Brúsá og Beinta Atladóttir, frá fyribyrgingardeildini “Liv Lívið”, halda fyrilestur. Meir kunning um Liv Lívið er at finna á: Ung - Liv lívið (livlivid.fo)
o Eftir fyrilesturin arbeiða næmingarnir víðari heima við ymiskum uppgávum
· Týsdagin 23. apríl møta næmingarnir á egnum skúla
o Upplegg verður frá lærarum og SSP-lærarum, og fara næmingarnir eisini at arbeiða í bólkum.
· Mikudagin 24. apríl møta allir næmingar í Dansifrøi í Gundadali kl. 09.00. Børnini mugu vera ílatin eftir veðrinum, tí ætlanin er eisini at fara útum at røra okkum
o Ungdómshúsini skipa fyri ymiskum sosialum tiltøkum í Gundadali.
Dagurin endar kl. 13.30.
Tit fáa nærri boð frá skúlanum um flutning til og frá fyrilestrinum. Næmingarnir hava matpakka og okkurt drekkandi við allar dagarnar.
Skrá fyri foreldrafundin 22. apríl kl. 19.00-20.30 við heitinum:
- “Hví broytist mín tannáringur?” – “og hvat kunnu foreldur gera?”
Tit foreldur verða við hesum boðin til foreldrafund mánakvøldið 22. Apríl kl. 19. í Smæruni (Starvsfelagi) sum SSP skipar fyri.
Á foreldrafundinum verður kunnað um SSP arbeiðið og fyrilestrarhaldararnir frá Títt rúm, sum eru sálarfrøðingar, greiða stutt frá undirvísingini, tey høvdu fyri børnunum fyrrapartin.
Harumframt koma fyrilestrarhaldararnir at greiða nærri frá tykkara leikluti sum foreldur at børnum hjá tannáringum í hesi broytingartíð.
Vinarliga
SSP- samstarvið í Tórshavnar Kommunu Meir kunning um SSP fæst á https://ssp.fo/
Góðu foreldur og næmingar.
Hósdadgin 29.02. kl 18 - 22 fara vit at hava galla fyri 7.a og 7.b.
Næmingarnir møta stundisliga og eru pent ílatin.
Hvør næmingur tekur okkurt við til matna. Tað vil siga, at man tekur nokk til sín sjálvs og eitt sindur afturat. Tað kann t.d. vera 5 smurdir breyðbitar, 10 - 20 pitsasniglar ella pylsubreyð, ein lítil lasagna ella pitsa, grýturættur ella annað. Tit vita, hvussu tað plagar at vera, tá man hevur sammenskud.
Næmingarnir skulu hava 50kr við hvør og geva mær (Guðrið) týsdagin. Er hetta ein trupulleiki fyri onkran, sigið mær bara frá, so finna vit útav tí. Nina og eg Brúka peningin til sodavatn og okkurt annað leskiligt. Tað vil siga, at børnini skulu IKKI hava nakað við at drekka!
Gott, um tit tosa við børnini um góðan atburð, so vit fáa eitt ordiliga gott kvøld :)
Filmskapping
Í viku 5 fara vit at gera film. Hetta er í sambandi við, at SSP skipar fyri eini kapping um besta filmin, sum upplýsir, hvussu man kann verða trygg/ur á netinum. Vinnarin fær 20.000kr til flokkin.
Vit hava valt at býta flokkin í tríggjar bólkar, men tey mugu gjarna hjálpa hvørjum øðrum tvørtur um bólkarnar. Vinnur ein av okkara bólkum, fer vinningurin til allan flokkin :)
Vit arbeiða í tímunum hjá Ingun, Mikkjal og Guðrið (møguliga øðrum tímum)
Evnini eru Scamming, Grooming og Stalking (heitini eru ensk, SSP hevur valt tey)
Bólkarnir eru:
1) Annabelle, Petsy, Maud, Barbara, Sanna, Anna Sofía og Eyð
2) Eir, Noomi, Marjun, Poula, Tóra, Betty og Arina
3) Benjamin, David, Hugin, Ísak, Rói, Nathan, Óli og Finn Erhard
Góðu foreldur
Í viku 49 (4 til 8 desembur) fara 7.a og 7.b at hava verkætlanarviku. Evnið er ADHD. Vit fara at læra um ADHD við filmum, fyrilestrum og hugdýping. Vit hava ætlanir um at framleiða ymiskt at selja. Peningurin fer óskerdur til ADHD felagið. Øll eru vælkomin at keypa frá okkum, einstaklingar, um tú eru partur av eini fyritøku, bindiklubba ella øðrum, sum kundi fingið gleði av tí, vit gera, eru tit vælkomin at bíleggja eitt nú piparnøtir, jólakort og jólapynt.
Vit vóna, at tit stuðla hesi verkætlan, so vit fáa gjørt mun hjá menniskjum við ADHD.
Vinarliga vegna verkætlanartoymið
Nina og Guðrið
Eg baki bollar, og børnini hava ymiskt við. Er tað ein trupulleiki, sigi mær (Guðrið) vinarliga frá, so finna vit út av tí :)
Hetta hava tit við:
Annabelle papptallerkar ( til 22 fólk)
Anna Sofía ommukrem
Barbara Smør
Betty smør
Eir einnýtiskoppar (til 22 fólk)
Eyð pálleggssjokolátu
Marjun 1 pakka av piparnøtum
Maud 1 pakka av piparnøtum
Noomi 1 pakka við skornum osti
Petsy súltutoy (1 krukku ella dunk)
Poula 1 net við mandarinum
Tóra 1 net við mandarinum
Benjamin 1 l djús
David 1 l djús
Hugin 1 l djús
Ísak 1 l djús
Nathan 1 l djús
Óli 1 l djús
Finn Erhard 1 l djús
Rói 1 pakka av pálegssjokolátu
Góðu foreldur.
Vit hava lagt viðtalurnar 2. og 9. novembur. Vit vilja fegin síggja tykkum saman við børnunum til viðtalurnar. Tit fáa 20 minuttir í part, so tað hevur týdning, at tit møta stundisliga, so skulu vit gera okkara til at halda tíðirnar.
Liggur ikki fyri at koma til ásettu tíð, eru tit vælkomin at býta um innanhýsis. Liggur tað als ikki fyri at koma, mugu tit boða frá.
Vinarliga
Guðrið :)
12:40 Betty
13:00 Eyð
13:20 Benjamin
13:40 David
14:00 Hugin
14:20 Ísak
14:40 Óli
15:00 Rói
15:20 Finn Erhard
15:40 Nathan
12:40 Annabelle
13:00 Anna Sofía
13:20 Arina
13:40 Barbara
14:00 Eir
14:20 Marjun
14:40 Maud
15:00 Noomi
15:20 Petsy
15:40 Poula
16:00 Sanna
16:20 Tóra
Finnur Justinussen kemur at taka myndir av næmingunum 4. og 5. oktobur.
Myndir verða tiknar av hesum flokkum:
Forskúlin, 1. flokkur, 4. flokkur, 7. flokkur og 9. flokkur.
Innihaldið í pakkanum er:
Felagsmynd
Einkultmyndir:
1 stk 13x18
2 stk 10x15 lit
2 stk 10x15 S/H
4 stk 4x8
8 stk passmyndir
Góðu foreldur.
Fyri okkum á hádeild hevur tað stóran týdning, at næmingarnir trívast og hava tað gott, og fyri at so skal vera, mugu tey eisini kenna seg trygg.
Tað er tíverri so, at fleiri av dreingjunum hava fyri at taka í hvønn annan á ósømiligan hátt. Teir halda hetta vera skemt, men vit vilja ikki hava hendan atburðin, tí tað er ikki sømiligt og kann skapa ótryggleika hjá fleiri teirra. Tí hava vit í samráð við leiðsluna gjørt av, at verður nakar tikin í hesum, verður hann sendur heim, og tit fáa boð um tað, so tit kunnu taka eitt prát um persónlig mørk heima.
Næmingarnir verða kunnaðir um hetta mánamorgunin 18.09.
Vinaliga
Lærararnir á hádeild
Góðu foreldur.
Vit gleða okkum at síggja tykkum til okkara fyrsta felags foreldrafund 30.08. kl 17.00 - 19.00. Vónandi liggur fyri hjá øllum at møta, so vit kunnu heilsa uppá tykkum.
Vit byrja í miðrók, har Ann Hermansdóttir, studentaprestur, fer at tosa um, hvussu vit kunnu stuðla og byggja tey ungu upp í eini tíð, har nógv hava tað trupult.
Tá tað er liðugt, kunnu tit fáa tykkum ein kaffikopp í hondina á veg inn í flokshølið, har vit fara at tosa um flokkin og skúlaárið.
Vit gleða okkum til eitt gevandi samstarv
Guðrið, Mikkjal og Ingun