Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan 2018
 

Virðisgrundarlag okkara er:
ÁLIT, ÁBYRGD, ÁGRÝTNI og ÁVIRKAN
 
Í Skúlanum á Argjahamri miða vit ímóti:
·         eini 0-hugsjón, tá talan er um happing

·         at øll, næmingar og starvsfólk, skulu trívast og kenna seg væl

·         at øll skulu kenna seg trygg og vird

·         at øll skullu mennast fakliga og sosialt

 

Hugtøk
Ósemjur
·         ósemja er tá talan er um ymisk sjónarmið millum tveir ella fleiri persónar

·         ósemjurnar kunnu vera kropsligar ella í talu

 

Happing
·         er tá onkur, ímóti vilja sínum, ferð eftir ferð í eitt ávíst tíðarskeið, er fyri ágangi frá einum ella fleiri persónum

·         kann vera beinleiðis: skump, slag, herming, særandi orð

·         kann vera óbeinleiðis: útihýsing

·         kann vera á sosialum miðlum

·         Ikki innkluderandi floksmentan/hugburður

 

Fyribyrging
Hetta gera vit, fyri at menna eina innkluderandi skúla- og floksmentan:

Skúlin hevur:

·         ein trivnaðardag um árið

·         AKT-átøk

·         SSP-átøk

·         foreldrafundir

·         spælilið

·         seturskúlar

·         evnisviku

·         Sangløtur

·         AKT – toymið, SSP lærara, heilsufrøðing, skúlavegleiðara, serlærara og læraratoymið, ið arbeiða fyri trivnaði.

·         Arbeiðsháttir so sum, CL, Stig fyri Stig og Lions Quest verða nýttir javnan í undirvísingini

·         ICDP virkað verður fyri tí góða samskiftinum og sambandinum.

 

 

Flokkurin hevur:

·         floksfundir

·         næminga samrøður

·         spælibólkar

·         reglugerð fyri flokkin

·          

 

Leiklutur næminganna er týdningarmikil, tí teir vita, um onkur ikki trívist.

Næmingar skulu tora at siga frá, um teir halda, at onkur ikki hevur tað gott.

Lærarar, foreldur og flokkurin skulu vera tilvitað um, hvussu næmingarnir trívast.

Vit vænta av foreldrunum at tey læra sítt barn at tosa við virðing um onnur – at siga frá á røttum staði, um onkur ikki trívist og stuðla skúlans arbeiði.  

 

Varnast mistrivnað
Í einum skúlaflokki er altíð eitt ávíst samspæl ímillum in- og ekskluderandi støður.

Hvør sigur frá um mistrivnað: Næmingar, foreldur, lærari, leiðsla og onnur starvsfólk á skúlanum.

Tá vit varnast, at næmingur ikki trívist, skal flokstoymið hava boð um hetta. Neyðugt er, at toymið tekur hetta upp beinanvegin og viðgerð støðuna.

Um støðan er álvarslig, kunnu hesi hjálpa: AKT, SSP, leiðsla, lesivegleiðari, heilsufrøðingur.

 

Tá happing er staðfest
·         Flokstoymið setur seg inn í málið, og tosar við viðkomandi partar

·         Flokstoymið samskipar og samskiftir um trivanðarátøkini, sum skulu setast í verk

·         Flokstoymið viðgerð støðuna gjøgnum "Parantesmetodina (tey 4 stigini)" ella reflekterandi toymisfundi.

·         Um neyðugt, so verða leiðsla, AKT-toymið, SSP lærari ella heilsufrøðingur boðsend

·         Foreldur verða kunnað um tiltøk í flokkinum ella kallað inn til samrøðu, um hetta er neyðugt

 

 

 

 

Hvussu tryggja vit okkum at happingin ikki endurtekur seg
·         Læraratoymið tosar javnan um trivnað  á fundum

·         Toymið ger ætlanir og hevur tiltøk viðvikjandi  trivnaði í flokkinum og eftirmetir

·         Toymið arbeiðir áhaldandi við floksmentanini

Fyri at náa eini 0-hugsjón viðvíkjandi happing, eiga vit øll í flokkinum at ansa eftir hvørjum øðrum. Læra tolsemi og at vera saman:

·         eingin skal happa

·         eingin skal vera happaður

·         øll skulu hava tað gott

·         vit skulu tora at vera, so sum vit eru

·         tola, at øll ikki eru eins

·         tora at siga frá

 

Hvønn kunnu næmingar, starvsfólk og foreldur venda sær til við spurningum um, hvussu næmingar trívast sosialt.
 

·         næmingar fara til vaksnan persón, teir hava álit á: t.d. foreldur, flokslærara

·         starvsfólk fara fyrst til flokslærara/toymisleiðara

·         foreldur fara fyrst til flokslæraran/toymisleiðara

 

 

 

LEIÐSLAN
Fyri at fremja trivna og læring, syrgir leiðslan fyri:

· saman við AKT fólkum, at uppgávurnar eru greiðar í mun til happing

· at allir lærarar eru skipaðir í toymi, ið mennir um trivnað og læring hjá næmingunum

· at í hvørjari deild er AKT fólk, sum virkar fyri trivnaði og stuðlar hesum

· at stuðla trivnaðartiltøkum

· at tryggja at fyribyrgjandi arbeiði verður raðfest, soleiðs mennast næmingar og starvsfólk

· saman við AKT og lærarum at eftirmeta trivnaðarætlanina.

 

Í gerandisdegnum skal leiðslan stuðla toyminum. Er mál av slíkum slagið, at bæði toymið og AKT hava roynt seg, kallar leiðslan avvarandi inn til tess at loysa málið.

 Skúlin skal í mestan mun menna starvsfólk.

Skúlin hevur starvsfólk, ið kunnu geva lærarum, sum kenna seg at mangla vitan á økinum, ráð og vegleiðing.

 

 

Samstarv í skúlanum
Samstarvið millum skúla, frítíðarskúla og toymini verður raðfest.

 

Næmingaráðið:
Skal viðgera og góðkenna trivnarætlanina.

 

Skúlastýrið
Skúlastýrið..

·         skal góðkenna trivnaðarætlanina

·         virkar fyri, at foreldrini taka ábyrgd av trivnaðinum hjá barninum

·         samstarvar við felags foreldraráðið

·         er bindilið millum leiðslu og foreldraumboð