Reglugerð fyri Skúlan á Argjahamri

Reglugerð fyri Skúlan á Argjahamri


Reglur galdandi fyri allan skúlan:

  • Næmingarnir lata seg úr skónum við úthurðina og seta teir á hillina uttanfyri floksstovuna. Tað er ikki loyvt at vera í útiskóm í høllini.
  • Eta og drekka í matarsteðginum og annars bert fríløtunum
  • Søtmeti og sodavatn er bert til serligt høvi
  • Hugnakrókar og líknandi støð, skulu ikki brúkast at eta í
  • Tá skúladagurin er av, skulu allir stólar vera hongdir upp undir borðið í minstu støðu
  • Í hvørjum flokki skal røklaskipan vera
  • Meginreglan er, at hvør deild eigur sítt øki
  • Bóltspæl fer fram í høllini, í Látrinum ella uttanfyri.
  • Felagsøkini verða nýtt eftir nærri avtalaðum reglum
  • Fartelefonirnar verða latnar inn um morgunin og liggja í skápinum, meðan skúladagurin er. Næmingarnir fáa telefonina aftur eftir loknan skúladag. Telefonir kunnu brúkast sum amboð í undirvísingini í samráð við læraran. Um ein telefon av órættum verður brúkt, tekur lærarin telefonina og letur hana inn á skrivstovuna við navni á, so foreldrini kunnu heinta hana áðrenn kl 16 sama dag.

Reglur fyri grunddeildina:

  • Børnini í Grunddeild fara út í fyrra fríkorterinum
  • Útiøkið er oman til pisurnar og yvir til Tváttá
  • Næmingarnir hava ikki loyvi at brúka fartelefon í skúlatíðini.
  • Innandura valdar friður, vit ganga inni og kunnu renna úti.

Reglur fyri miðdeildina:

  • Næmingarnir fara út fyrsta fríkorter (garðvaktin kann geva undantøk, um veðrið er ov vánaligt)
  • Fartelefonirnar verða latnar inn um morgunin og liggja í skápinum, meðan skúladagurin er. Næmingarnir fáa telefonina aftur eftir loknan skúladag. Telefonir kunnu brúkast sum amboð í undirvísingini í samráð við læraran. Um ein telefon av órættum verður brúkt, tekur lærarin telefonina og letur hana inn á skrivstovuna við navni á, so foreldrini kunnu heinta hana áðrenn kl 16 sama dag.
  • Vit lata okkum úr skónum innanfyri úthurðina og seta skógvarnar á hillina í miðdeild
  • Í matfríkorterinum kunnu næmingarnir vera inni, um atferðin er í lagi og reglurnar verða hildnar
  • Næmingarnir skulu ikki handfara tastatur ella teldur í skúlastovuni.

Reglur fyri hádeildina:

  • Næmingarnir lata seg úr skónum við úthurðina og seta teir á hillina uttanfyri floksstovuna. Tað er ikki loyvt at vera í útiskóm í høllini.
  • Talvurnar/teldurnar skulu bert brúkast í undirvísingini.
  • Fartelefonirnar verða latnar inn um morgunin og liggja í skápinum, meðan skúladagurin er. Næmingarnir fáa telefonina aftur eftir loknan skúladag. Telefonir kunnu brúkast sum amboð í undirvísingini í samráð við læraran. Um ein telefon av órættum verður brúkt, tekur lærarin telefonina og letur hana inn á skrivstovuna við navni á, so foreldrini kunnu heinta hana áðrenn kl 16 sama dag.
  • Eingi bóltspøl á Hádeild
  • Øll rudda upp eftir sær
  • Ikki er loyvt at eta og drekka í teimum bleytu møblunum.

 

Fartelefonir:

  • Fartelefonir og snild-ur skulu vera sløkt ella sett á "flight mode" og latast inn um morgunin. Tólini verða goymd í skápinum, meðan skúladagurin er. Næmingarnir fáa tey aftur, tá skúladagurin er liðugur. Telefonir og snild-ur kunnu bert nýtast sum amboð í undirvísingini, tá hetta er avtalað við læraran. Um eitt tól verður brúkt á órættan hátt, tekur lærarin tað frá næminginum og letur tað inn á skrivstovuna við navninum á. Foreldrini kunnu síðani heinta tólið á skrivstovuni áðrenn kl. 15:30 sama dag.
  • Bluetooth-eindir, so sum AirPods, kunnu nýtast, um lærarin gevur loyvi.
  • Kjarnuuppgávan í einum skúla er læring. Læring er ein av teimum mest krevjandi tilgongdunum í heilanum. Um heilin samstundis, sum hann skal læra, fær upplýsingar frá fartelefonini, so verður arbeiðsminni fult og næmingurin fær ikki tað burturúr undirvísingini, sum hann hevur tørv á. Skúli og skúlastýrið í Skúlanum á Argjahamri mæla tí til, at fartelefonin í størstan mun liggur heima.


Samskifti:

  • Vit hava virðiligt samskifti
  • Vit vísa virðing fyri hvørjum øðrum
  • Niðrandi samskifti og ókvæmisorð verða ikki góðtikin
  • Samskifti fata bæði um munnligt og skriftligt samskifti, umframt samskifti á talgildum miðlum.
  • Virðiligt samskifti er við til at skapa gott samstarv og ein jaligan felagsskap