Næmingar
Boðklivin

Boðklivin

Nykursvísa

Nú er tíðin komin at vit fara at kvøða hvørja viku fram til føstulávint. 

Í ár fer grunddeild at læra seg at kvøða kvæði Nykursvísa.

Her er teksturin til kvæði:

 

Nykursvísa 


1. Nykurin letur sær klæði skera,
- Harra mín -
tí hann vildi ein riddari vera.
- Um summarið, tær allir fuglar syngja væl. -


2. Nykurin gongur í kirkjuna inn,
prestar hildu messur fimm.


3. Nykurin gongur á kirkjugólv,
prestar hildu messur tólv.


4. Elsa lítla smílir undir lín:
“Krist gevi, tann riddari hann var mín!”


5. Han trådte over skamler en og to:
“Else lille, giv mig tro!


6. Else lille, troloves mig!
otte borger giver jeg dig.”


7. Else lille rækker hånden fra sig:
“jeg giver dig tro og følger dig.”


8. Der de komme i rosenslund,
da lyster Else lille at hvile en stund.


9. “Hør du, ridder, hvad jeg spør dig:
hvor ere de borge, du lovede mig?”


10. “Eitt er í vatni, annað er í sjógv,
fært tú meg, tá hevir tú nógv.”


11. Elsa lítla lítur seg upp í fjøll:
“eg meini, tú ert eitt nykartrøll.”


12. Nykurin leyp í vatnið út; –
eftir stóð Elsa lítla við sorg og sút.


13. Nykurin leyp í vatnið kátur,
hálvur maður og hálvur bátur.


14. Skundaði hon so snarliga heim,
hon takkaði Gudi, hon fekk ikki mein

  

Eisini hava vit funni eitt filmbrot á youtube, har børn kvøða Nykursvísu. Tað kann vera eitt hugskot at tendra sangin og kvøða við honum. 

https://www.youtube.com/watch?v=SKsqDGuHNfk&list=RDSKsqDGuHNfk&start_radio=1

Bókasavnið á skúlanum

Góðu foreldur

Nú hava tykkara børn fingið eitt láninummar í bókasavninum. Tað er mennandi og stimbrar lesiáhugan hjá barninum, tá tit lesa heima fyri teimum. Bókasavnið er sum oftast opið tá meðan frítíðarskúlin er, so tað er skjótt og lætt hjá tykkum at fara forbí og lána onkra bók, tá tit heinta tykkara barn.

Tá tit læna bøkur á bókasavninum, finna tit ta bók tit ynskja at læna, trýsta á lán á telduni og skanna fyrst navnið á tykkara barni og síðani strikoduna á bókini.

Tá tit lata bøkurnar inn aftur skulu tit leggja í onkra hill í boomerang kommoduni.

Barnabøkurnar finna tit innanst á høgru síðu.

Foreldrafundur

Týsdagin 9.septembur kl 17.00 hava vit ein felgas foreldrafund, har Betri vinir leggur fram um teirra virksemisætlanina. 

Aftaná fara vit í stovuna hjá 0.a at fáa praktiska kunning um forskúlan. 

Skúlin bjóðar kaffi, tea og smákøkur.

Góðu foreldur

Vit fara at taka skúlamyndir 20.august 2025

Øll børnini hava fingið ein seðil heim við í dag við kunning um myndatøkuna.

 

-Einstaklingamyndir og floksmynd, 300 kr

 

Fyri at fáa skúlamyndirnar av tykkara barni, muga tit flyta upphæddina á upplýstu konto 9181-5376981 og senda eina mynd av flytingini og navn á barnið til Bjørg á bc2801a4@skulin.fo skjóttast gjørligt 

Vinarliga 

Forskúlatoymið