Ljósástova

Frágreiðing um skúlatilboðið Ljósástovu

Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk, ið er eitt samstarv millum Sernám og Skúlan á Argjahamri. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin eru næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum.

Í Ljósastovu ganga næmingar úr mið- og hádeild. Ljósástova er talmerkt til 14 næmingar og 5 starvsfólk. Miða verður eftir, at næmingarnir skulu megna at fáa eitt 9. floksprógv.

Í Ljósastovu verður lagdur dentur á:

· Jaligan hugburð

· Róligt og trygt læruumhvørvi

· Sosiala, persónliga og fakliga menning

· Næmingatillagaða tímatalvu

· At næmingar verða møttir á tí støði, teir eru á

· At starvsfólk rúma ymiskleikanum hjá næminginum

· At starvsfólk læra næmingarnar at rúma seg sjálvan og hvønn annan

Har eru tvær skúlastovur, eitt sansarúm og egið vesi. Ljósástova heldur til í nýggjum hølum við egnari inngongd í norðara enda í Látrinum.

 

 

Ljósástova

Áin og vatnið sunnanfyri Skúlan á Argjahamri eita Ljósá. Staðið verður nógv vitjað av skúlanum. Navnið umboðar ljósið, hesi børnini eru, og tað ljós, ið verður veitt teimum í Ljósástovu.