Næmingar
Vikuætlan

Føst boð: 

Landsroyndir hjá 6. flokki verða 14.-17. apríl. Royndirnar eru í føroyskum, støddfrøði og náttúru/tøkni.

Vit fara so smátt at byrja at fyrireika okkum, og fara tískil at gera nakrar gamlar royndir, so vit vita akkurát, hvussu alt fer fram.

Um foreldur hava onkrar spurningar viðvíkjandi landsroyndunum, eru tit vælkomin at ringja ella skriva til mín.

Vika 11 - 2026

  • Mánadagur
    9. mars
    Støddfrøði
    Heima: Øll skulu verða liðug við bókina 6a - bókin skal latast inn
    í skúlanum: tit fáa nýggja bók, og vit fara at rokna
    Ítróttur
    Vit hava ítrótt í høllini.
    Minnist til ítróttarklæðir og handklæð.
    Føroyskt
    Heima:
    Les 20 minuttir í læntu bókini.

    Í skúlanum:
    Mállæra.
  • Týsdagur
    10. mars
    Føroyskt
    Heima:
    Ger tvær síður í "Eg skrivi" uppgávuheftinum. Tú gert tvær síður frá har, tú ert komin til. Minst til at koyra heftið í aftur taskuna aftaná.

    Í skúlanum:
    Vit halda fram við mállæru.
  • Mikudagur
    11. mars
    Danskt
    Heima: Lesi søgu 6, Hovedet, úr heftinum.
    Sí yvirlir á sah.fo/?p=604 yvir hvat tit skulu øva ella fyrireika heima.
    Rollurnar eru:
    1. Læseren
    2. Opsummereren
    3. Spørgeren
    4. Ord-opklareren
    Øll mugu fyrireika sín leiklut, fyri at bólkaarbeiði riggar
  • Hósdagur
    12. mars
  • Fríggjadagur
    13. mars
    Floksins tími
    Levi hevur okkurt við :)