Reglugerð fyri ognir hjá Skúlanum á Argjahamri
Skúlabøkur
- Næmingar fáa eitt eintak av øllum neyðugum skúlabókum frá skúlanum. Eingangsbøkur verða latnar til ogns, meðan aðrar bøkur verða latnar til láns.
MEN
Er skúlabókin ikki funnin eftir eini viku er tveir møguleikar at velja í:
1) Heimið kann keypa nýggja bók til næmingin.
2) Næmingurin kann fáa nýggja bók frá skúlanum við at gjalda skúlanum fyri bókina.
- Næmingur, sum oyðileggur skúlabók hjá skúlanum, kann velja millum antin at keypa eina nýggja ella rinda skúlanum fyri eina nýggja skúlabók.
Skúlaheftir
- Næmingar skulu sjálvir keypa øll skúlahefti, teimum tørvar.
- Tað er bert í serligum førum, at skúlin letur næmingum hefti
Herverk
- Ger næmingur seg inn á ognir skúlans ella skúlabygningin, verður ein kostnaðarmeting gjørd og rokning send heiminum.
Skúlin á Argjahamri ynskir at uppala næmingar, sum taka ábyrgd fyri sær sjálvum, egnum gerðum og sínum umhvørvi. Ábyrgd og álit ganga hond í hond.