Hatar, hatar ikki
Bólkaarbeiði og framløga
Hvørt par/bólkur fær eina opnu í bókini, sum tit skulu arbeiða við og leggja fram fyri hinum í flokkinum.
Tit skulu koma inn á hesi tingini, um tey eru viðkomandi fyri tykkara síður:
Skrivaða málið:
Er nakað serligt við tekstinum, ella hvussu hann er settur upp?
Málið, verða serlig orð brúkt, sum ávirka søguna ella huglagið?
https://indidansk.dk/sproglige-virkemidler/
Innihald:
Hvat er teksturin um?
Myndin:
Hvussu eru fólkini? kropsmál, andlitsútrykk, hvar hyggja tey, stødd, útsjónd.
Hvørji onnur ting eru á myndini? Hvussu stór eru tey í mun til alt annað á myndini, útsjónd, symbolskan týdning.
Hvussu eru fólkini og tingini sett í mun til hvørt annað? Hvussu er støddarforholdið, eru summi ting lítil og onnur stór í mun til, hvussu tey eiga at vera?
Samanspælið millum tekst og mynd:
Hvat sigur myndin, sum teksturin ikki sigur?
Hvat sigur teksturin, sum myndin ikki sigur?
Perspektivering
Er nakað í myndini, sum er surrealistiskt?
https://youtu.be/1YE_Zas-A5A?si=wWxXoWZi29UfEjlG