Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

08/02/2024

Føstulávintshald verður mánadagin 12. februar

Mánadagin 12. februar verður fastalávintshald við tunnusláing her á skúlanum.

Næmingarnir møta grýluklæddir kl. 9.00. Skúlin letur upp áðrenn kl. 8, um onkur hevur brúk fyri at møta fyrr.

Okkurt leskiligt verður at fáa, og ársins grýlur verða valdar.

Tað er vanlig skúlagongd týsdagin 13.februar

Skúlin á Argjahamri

Trýst her, fyri at síggja myndir frá føstulávintshaldinum í fjør