Tá man gongur í forskúla sleppur man at gera, læra, granska og uppliva alt møguligt
Eitt nú ynskja vit at læra okkum at ganga í skúla, so vit duga tað, tá vit skulu byrja í 1. flokki. :-)
Tá vit hava talfatan læra vit um tøl, hvussu tey eita, hvussu man plussar og minusar, vit læra um øll møgulig skap so sum trýkantar, fýrakantar og nóóóógv onnur.
Tá vit hava málmenning læra vit um bókstavir, hvussu teir eita, hvussu teir ljóða, hvussu man kann seta teir saman og fáa okkurt stuttligt orð burturúr teimum og forskelligt afturat tí.
Vit royna at vera orduliga kreativ, so vit klippa, klistra, líma, mála og byggja alskyns skap og lutir.
Umframt alt tað, sum tú nú hevur lisið um so spæla vit orduliga nógv. Vit læra hvønn annan at kenna gjøgnum spæl, vit finna okkum vinir, orduliga góðir vinir. :-)
Her á flokssíðuni fara okkara lærarar og námsfrøðingar at leggja myndir og frágreiðingar út, so tit sleppa at síggja, hvussu spennandi tað er at ganga í forskúla. :-)
Vit gleða okkum at vísa tykkum okkara gerandisdag, sum er sera spennandi og fjølbroyttur :-)
Mánadag til fríggjadag Addressa |
8.00 - 13.30 Glyvursvegur 44, 160 Argir |
Starvsfólkarúm Arbeiðsrúm Førleikastovan Heilsufrøðingur |
302510 302514 222445 562359 |
Skúlastjórin Varaskúlastjórin Skrivstovukvinnan Skúlavørðar |
224240 227244 506088 215388/211744 |
Frítíðarskúlin
|
|