Innskriving í Skúlan á Argjahamri
Øll innskriving í Skúlan á Argjahamri fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu:
www.torshavn.fo -> sjálvavgreiðslan -> umsókn um pláss í skúla.
Mentamáladeildini hjá kommununi gevur skúlanum boð um innskriving/flyting.
Flyting úr øðrum skúla
Tá talan er um flyting úr øðrum skúla, er týdningarmikið at okkara skúli verður kunnaður, um tað eru serlig viðuskifti hjá næminginum, sum vit skulu taka atlit til, so flytingin kann verða so smidlig, sum gjørligt fyri næming og skúla.
Til ber at seta seg í samband við skúlan á sah@torshavn.fo ella á telefon 302510 millum kl 8.00 – 13.30.
Nýggjur næmingur
Tá nýggjur næmingur skal byrja, verður toymisleiðarin kunnaður um øll viðkomandi viðurskifti hjá næminginum, og nær besta løtan er at byrja.
Toymisleiðarin boðar frá, so borð og stólur er tøkt til næmingin dagin hann byrjar.
Toymisleiðarin kunnar eisini flokkin um nýggja næmingin og skipar móttøkuna saman við teimum.
Toymisleiðarin kunnar á flokssíðuni, at nýggjur næmingur byrjar í flokkinum og heitir á foreldraumboðini um at bjóða hesum nýggju foreldrum við í teir samskiftismiðlar, tey nýta í flokkinum.
Skúlavitjan
Næmingur og foreldur møta til avtalaða tíð á skrivstovuni og fá ta kunning um skúlan, tey hava fyri neyðini í fyrsta umfari. Her hava foreldrini høvi at seta spurningar um viðurskifti, ið tykjast ógreið.
Aftaná verður farið út í flokkin, næmingurin skal ganga í. Lærarar og flokkur taka ímóti og gera sítt til at nýggi næmingurin kennir seg væl. Floksfelagar kunna næmingin um bygningin/skúlan.
Annað
Matarskipanin er á heimasíðu skúlans.
Mjólkaskipan er til allar næmingarnir. Toymisleiðarin hjálpir næminginum at fáa ein seðil til mjólkaskipanina ella tey venda sær til skrivstovufólki á skrivstovuni.