Tann fyrsta lesingin
Kom væl ígongd
Um lesing
Tá ið tú lesur fyri barninum:
Sit nær hjá barninum, so tað eisini sær orðini í bókini, tú lesur.
Tosa um søgugongdina – og um myndirnar.
Sig frá orðum, barnið ikki kennir.
Lat barnið finna bókstavir og orð, tað kennir í tekstinum.
Tá ið barnið lesur fyri tær:
Les fyrst síðuna; síðan kann barnið royna.
Um barnið ikki megnar at lesa eitt orð, les tað, so barnið kann koma víðari.
Tú skalt ikki steðga barninum, um tað lesur ein feil, um hann ikki oyðileggur innihaldið.
Tað er umráðandi, at tú rósar og stuðlar tínum barni.
Um barnið heldur, at bókin er ov torfør ella keðilig, so finn eina aðra.
Soleiðis styrkir tú málið hjá barninum:
Les fyri barninum hvønn dag.
Syng saman við barninum og spæl við rím og ramsur.
Tosa um alt virksemið í gerandisdegnum, sum t.d. at telja trapputrin, tosa um, hvat tit gera í køkinum, um lutir, tit ganga framvið, og spyr tað, hvussu dagurin hevur verið.
Tak upp barnasendingar og hygg saman við barninum, steðga á og tosa um einstakar hendingar og/ella myndir.
Ikki rætta barnið, um tað framber eitt orð skeivt, men endurtak orðið týðiliga í nýggjum setningi.
Spæl við bókstavum í orðum sum t.d. mynd og orð.
Sig frá smáum søgum, og lat barnið eisini sleppa at finna uppá og siga sína søgu ella sítt ævintýr.
Hvat lærir eitt barn, sum spæliskrivar?
At skrivað verður frá vinstru til høgru.
At byrjað verður at lesa og skriva í ovasta vinstra horni.
At skrift umboðar talu.
At skrift kemur av bókstavum, sum svara til ljóðmyndir í taluni.
At skrift kann vera eitt øðrvísi samskiftistól.
At kanna bókstavaljóð.
Lesifyritreytir:
at hava gott talumál
at spæla spøl við barnið
at barnið er kunnugt við lesingina
at barnið kann spæla sær við málið
at barnið ofta sær bókstavaraðið
at barnið veit, at lesing kann verða brúkt at fáa størri vitan um umheimin
Og minst til ikki at gera alt eftir einum degi
- men hvønn dag at gera okkurt av tí.
Tað fer óivað at gera mun.