Góðu foreldur.
Nú hendan støðan er íkomin, at allir skúlar steingja niður í tvær vikur, havi eg gjørt tilfar klárt til næmingarnar at arbeiða við heima.
Eg fari at heita á tykkum foreldur og børnini at fylgja við á vikuætlanini dag fyri dag, meðan tit eru heima.
Eg havi tosað við børnini um, at hetta kann ikki síggjast sum ein feria, men at vit øll royna at arbeiða heimafrá.
Tey hava ensku bókina heim við og fáa eisini okkurt at gera har. Tey lurta eftir ljóðbrotinum á snar.fo og arbeiða við uppgávunum í arbeiðsbókini. Er tað ov trupult fyri tey, so mugu vit taka tað, tá vit síggjast aftur.
Tey sum ikki vóru í skúla í dag (12.03) og møguliga ikki í morgin, kunnu fáa fatur á tilfarinum við at seta seg í samband við meg á 254709
Eg vil bara ynskja tykkum øllum góða heilsu og havið tað gott, til vit síggjast aftur.