Landsroyndin verður 18.- 20. apríl 2023
Landsroynd 2023 | 4. flokkur | 6. flokkur |
týsdagur 18. apríl |
Føroyskt 08:15 – 09:00 Lesifatan 09:00 – 09:30 Steðgur 09:30 – 10:15 Staviførleiki |
11:00 – 12:00 Náttúra og tøkni |
mikudagur 19. apríl |
08:15 – 09:00 Støddfrøði 09:00 – 09:30 Steðgur 09:30 – 10:15 Náttúra og tøkni |
11:00 – 12:00 Støddfrøði |
Hósdagur 20. apríl |
Føroyskt 08:15 – 09:00 Lesifatan 09:00 – 09:30 Steðgur 09:30 – 10:00 Málførleiki 10:00 – 10:30 Steðgur 10:30 – 11:15 Staviførleiki |
Leiðreglur í sambandi við Landsroynd:
Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið,. Nýtir næmingurin CD-orð, so er tað eisini loyvt.
Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
Allar uppgávur verða loystar í WiseFlow
Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan kaga til Wiseflow.
Próvstovan mælir til at brúka Chrome, Firefox ella Safari kaga.