Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

08/02/2024

Næmingaráðið í Miðdeild skipaði fyri stavikapping

Næmingaráðið í Miðdeild skipaði í dag fyri stavikapping fyri miðdeildini. Kappingin varð skipað soleiðis, at 30 orð skuldu stavast. Tað eru føroysktlærararnir hjá flokkunum, sum hava funnið 110 staviorð og so hevur Næmingaráðið valt 30 orð burturúr, sum blivu brúkt til kappingina. 

Tað vóru tveir næmingar fyri hvønn flokk, sum kappaðust í senn. Onkur flokkur valdi at skifta út eftir 10 orð, meðan aðrir flokkar skiftu út eftir 15 orð. 

Úrslitið varð, at 6.a, 6.b og 5.a komu víðari til finaluna, sum verður um eini 2 vikur.

Næmingaráðið takkar fyri góða undirtøku!