Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

30/04/2024

Eine Sensation – Ein stórhending

Týsktholdið í 9. flokki er ein sólskinssøga á allan hátt. Tey eru fá men kná og tíma væl at læra. Tá ið tað kemur til skúlating og at klára seg væl í týskum, eru tey sera nærløgd. Hetta sást aftur í síðstu viku.

Nú er tað soleiðis, at vit við jøvnum millumbilum hava royndir í týskum. Hesar royndir hava nógv við uttanatslæru at gera, ið gransking vísir, venur heila okkara sera væl. Týsktnæmingarnir vilja læra seg alt uttanat og leggja nógv arbeiði í tað. Eitt annað, ið eggjar tey til at klára seg væl, er, at í øllum royndum í týskum eru nøkur eykastig, og – her kemur tað – tá er møguleiki til at fáa eitt 13 tal, tí tá klárar tú teg betur enn bara til eitt 12 tal. Vit vita jú, at 12 talið merkir, at tú dugir alt, ið tú skalt duga. Men hvat nú um tú dugir alt tað, ið kravt verður, - og meira enn tað? Ja, um tú eisini dugir svarini til øll eykastigini? Jú, tá má ein fáa meira enn eitt 12 tal; tá fær ein eitt FANTASTICH 13 tal!

Tað er ótrúligt, hvat hetta 13 talið fær týsktnæmingarnar at stremba eftir at klára seg betur enn vanligt.

Og nú hendi tað! Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur EITT HEILT týskthold fingið 13 til eina roynd í týskum. Hetta er ein stórhending! Og vit skulu reypa okkum. Næmingarnir eru sera ernir av sær sjálvum, og tað skulu teir eisini vera. Hjartaliga til lukku góðu tit!

Das is eine Sensation! – Hetta er ein stórhending!

 

Skrivað hevur Astrið Breckmann