Næmingar
Lærugreinar

Samfelagsfrøði

 

Konservatisma:

Brestir, Sára, Cecilia, Sigbrit, Christian, Philip og Rói.

 

Liberalisma:

Hans Erik, Tinna, Olivur, Lív, Aleksandur, Inga Maria


Sosialisma:

Kjartan, Kristina, Maria, Dion, Jónas og Jarand.

 

Lesið í bókini um tykkara hugsjón. Leitið tykkum kunning um hugsjónina á netinum.
Skrivið niður. Vit kjakast í skúlanum.

Stílur til 9. februar kl. 18.00

Hesa uppgávuna gera tit, ímeðan ES er burturstaddur.

Skriva í sandin uppgávur og bólkar

https://snar.fo/ljodbokur/les2

Ljóðbók til Les 2

https://snar.fo/ljodbokur/les2

Ljóðbókin Les 1.

 

https://snar.fo/ljodbokur/les1

 

 

Fyrisagnarheftið til 8. flokk

Hvussu skriva vit stíl?

Ormurin langi


Viljið tær hoyra kvæði mítt,
viljið tær orðum trúgva,
um hann Ólav Tryggvason,
hagar skal ríman snúgva.


Glymur dansur í høll,
dans sláið (í) ring!
Glaðir ríða Noregsmenn
til Hildar ting.

2. Kongurin letur snekkju smíða
har á sløttum sandi;
Ormurin langi størstur var,
sum gjørdist á Noregs landi.

3. Knørrur var bygdur á Noregs landi,
gott var í honum evni:
sjúti alin og fýra til
var kjølurin millum stevna.

4. Forgyltir vóru báðir stavnar,
borðini vóru blá,
forgyltan skjøld í toppi hevði,
sum søgur ganga frá.

5. Kongurin situr á hásæti,
talar við sínar dreingir:
”Vit skulu sigla tann salta sjógv,
tað havi eg hugsað so leingi.”

6. Berið nú fram tey herklæðir
við brynjum og blonkum brandi,
síðani leggið frá landi út,
og siglið frá Noregs landi!”

7. Fróir og glaðir sveinar mæltu:
”Harri, vit skulu tær fylgja,
um enn tú fert í frið ella stríð,
vit óttast ei brattar bylgjur.”

8. Har kom maður á bergið oman
við sterkum boga í hendi:
”Jallurin av Ringaríki
hann meg higar sendi.”

9. Kongurin so til orða tekur
bæði við gleði og gamni:
”Sig mær satt, tú ungi maður,
hvat ert tú nevndur at navni?”

10. ”Einar skalt tú nevna meg,
væl kann boga spenna;
Tambar eitur mín menskur bogi,
ørvar drívur at renna.”

11. ”Hoyr tú tað, tú ungi maður,
vilt tú við mær fara,
tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at forsvara.”

12. Gingu teir til strandar oman,
ríkir menn og restir,
lunnar brustu og jørðin skalv:
teir drógu knørr úr nesti.

13. Vundu upp síni silkisegl,
út í havi ganga:
so er sagt, at kongurin
hann stýrdi Orminum langa.

14. Hetta frættist víða um land,
at Noregs menn teir sigldu;
Dannimarks kongur og Svøríkis kongur
ráðini saman hildu.

15. Dannimarks kongur og Svøríkis kongur
ganga saman í ráð,
hvussu teir skuldu Noregs kong
skjótt av døgum fáa.

16. Senda boð til Eirik jall
- vænur er borin til evna:
”Hann skal fylgja í ferðini við,
sín faðirs deyð at hevna.

17. Eirikur gongur for kongar inn
við brynju og reyðum skjoldi:
”Ólavur kongur av Noregi
mín faðirs deyða voldi.”

18. Jallurin stendur á hallargólvi,
blankt bar spjót í hendi:
”Ólavur kongur síggja skal,
eg hvast mót hvøssum vendi.”

19. Gingu teir til strandar oman
— fagurt var tað lið —
Dannimarks kongur og Svøríkis kongur
og Eirikur jall tann triði.

20. Tríggir gingu skipaflotar
út av Oyrasundi,
Jarnbardur í odda sigldi,
jallurin stýra kundi.

21. Dannimarks kongur til orða tekur,
letur so orðini greiða:
”Hann, ið Ormin langa tekur,
skal hann við ognum eiga.”

22. Eirikur hugsar við sjálvur sær:
”Tó at tú manst tað royna,
tú vinnur ikki Ormin langa
við danskari makt aleina.”

23. Mælti tað Svøríkis kongurin,
hann helt á brýndum knívi:
”Eg skal Ormin langa taka,
um enn tað kostar lívið.”

24. Erikur stendur á breiðum bunka,
klæddur í skarlak reyða:
”Tú tekur ikki Ormin langa,
fyrr síggi eg tín deyða.”

25. Eirikur talar til sínar menn:
”Kempum munnu tit møta;
standið væl og manniliga,
tí blóðug verður gøta.

26. Noregs menn á kongins knørri
kunnu væl beita kvívi;
gangið væl fram í hørðum stríði,
ella vit lata lívið!”

27. Eirikur talar til Finn hin lítla:
”Tú skalt hjá mær standa;
tú skalt verja sjálvan meg,
um enn eg komi í vanda.”

28. Løgdu teir á sundið út,
bíðaðu teir har leingi,
longdust eftir norskum knørrum,
at berjast mót Noregs kongi.

29. Løgdu teir á sundið út,
ætlaðu sær at vinna,
hildu vakt bæði nátt og dag,
norðmenn vildu teir finna.

30. Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni;
nú skal taka upp annan tátt;
dreingir, leggið í minni!

Nykurs vísa

1. Nykurin letur sær klæði skera,
– Harra mín –
tí hann vildi ein riddari vera.
– Um summarið, tær allir fuglar
syngja væl. –

2. Nykurin gongur í kirkjuna inn,
prestar hildu messur fimm.

3. Nykurin gongur á kirkjugólv,
prestar hildu messur tólv.

4. Elsa lítla smílir undir lín:
“Krist gevi, tann riddari hann var mín!”
--------

5. Han trådte over skamler en og to:
“Else lille, giv mig tro!

6. Else lille, troloves mig!
otte borger giver jeg dig.”

7. Else lille rækker hånden fra sig:
“jeg giver dig tro og følger dig.”

8. Der de komme i rosenlund,
da lyster Else lille at hvile en stund.

9. “Hør du, ridder, hvad jeg spør dig:
hvor ere de borge, du lovede mig?
--------

10. “Eitt er í vatni, annað er í sjógv,
fært tú meg, tá hevir tú nógv.”

11. Elsa lítla lítir seg upp í fjøll:
“Eg meini, tú ert eitt nykartrøll.”

12. Nykurin leyp í vatnið út –
eftir stóð Elsa (lítla) við sorg og sút.

13. Nykurin leyp í vatnið kátur,
hálvur maður og hálvur bátur.

14. Skundaði hon so snarliga heim,
hon takkaði Gudi, hon fekk ikki mein.


Vísan stendur í Færøsk Anthologi. Billa Sofía Danielsdatter í Famjin kvað hana fyri Hammershaimb í 1847.
Vísan finst ikki í aðrari uppskrift á føroyskum. Annars er hon á fleiri øðrum málum. Nykurin má rýma, tá ið
hann hoyrir seg nevndan við røttum navni.

Fyrisøgnin til mánadagin 11.11.