Minecraft-kapping
Vit fara aftur í ár at hava eina Minecraft-kapping. Kappingin verður týsdagin 10. februar 2026, og hon er fyri 4.–9. flokk.
Hvør flokkur velur eitt lið at umboða seg í endaspælinum. Hetta kann til dømis gerast við at hava eitt undanumfar og síðani velja besta liðið. Flokkurin kann stuðla liðnum undir við planlegging, hugskotum og øðrum fyrireikingum.
Í hvørjum liði kunnu vera í mesta lagi 6 luttakarar.
Endaspælið verður í Miðrók, har vit stroyma finaluna á stórskíggja.
Vinnandi flokkurin vinnur ein túr í Pizza 67 til buffet.
Høvuðsorðið hjá skúlanum hetta skúlaárið er tolsemi. Í tí andanum er uppgávan í ár:
Ein býur, har øll hoyra til
Byggið ein bý ella eitt øki, har fólk eru ymisk – men øll verða vird og hava pláss.
So nú er bara at byrja at finna uppá og vera kreativ!