Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

22/02/2024

Rakel Helmsdal á rithøvundavitjan

5.b hevði herfyri vitjan av rithøvundi Rakel Helmsdal. Fyri vitjanina høvdu næmingarnir lurtað eftir bókini "Loftar tú mær?", ið Rakel hevur skrivað. Vit lurtaðu eftir henni á enskum og á føroyskum og í tí sambandi høvdu næmingarnir skriva niður tankar og kenslur, ið søgan í bókini vakti í teimum. Eisini skrivaðu tey niður ymsar spurningar, ið tey høvdu til Rakel. Næmingarnir gjørdu pappírskrákur og -dúgvur og drekar, ið alt eru myndevni úr bókini, har tey skrivaðu hugleiðingarnar og spurningarnar á.

Ein sera góð løta, har næmingarnir høvdu bókmentasamrøðu við hugkveikjandi rithøvundin, ið var ikki sørt nøgd við góðu spurningarnar og tankarnar, tey høvdu gjørt sær og vøkru fuglarnar og drekarnar, ið hingu á greinini.