Argja skúli
Olaf Sverri Petersen, ið varð føddur í Saltnesi í 1902, var fyrsti lærari í Argja skúla. Hann tók við hesum starvi á heysti í 1952. Áðrenn skúlin varð bygdur á Argjum, gingu argjabørn í skúla heimi í Havn.
Skúlin varð vígdur sunnudagin 5. oktobur í 1952. Olaf flutti inn í nýggja íbúð, sum var áføst við skúlan og bert ein skúlastova var gjørd. Skúlastovan var mett at rúma 36 næmingum. 18 trýmansborð við stólum, 9 borð til tey yngru og 9 borð til tey eldru. Eisini var eitt læraraborð við stóli og ein heimagjørd veggjatalva í skúlastovuni. Einki annað var inni í stovuni, ikki so mikið sum eitt bókaskáp ella bókareol.
Á einum fundi 2. oktobur í 1952, har skúlanevndin, lærarin og sóknarstýrið vóru hjástødd, varð avgjørt, at skúlin skuldi skipast sum ein bygdarskúli eftir tágaldandi bygdaskúlalóg. Skúlaárið byrjaði 16. septembur og endaði 15. juli. Viðtikið varð at hava skúlagongd hvønn dag við tveimum flokkum, 36 tímar um vikuna á 50 min, hin eldri 24 tímar og hin yngri 12 tímar. Tímatalvan fyri eldra flokkin var henda: rokning 5 tímar, føroyskt 5 tímar, danskt 5 tímar, kristini 3 tímar, søga 2 tímar, landalæra 2 tímar, fagurskrift 1 tíma og 1 felagstíma við yngra flokkinum.
Mánadagin 6. oktobur 1952 vóru boð send, at børnini skuldu innskrivast. 51 børn vórðu innskrivaði. Hetta metti lærarin at vera so torført at skipa í tveir flokkar, at hann søkti skúlamynduleikarnar um loyvi frá 1/1/1953, at býta í tríggjar flokkar soleiðis, at 3. flokkur var í skúla mána-, miku- og fríggjadag og 2. og 1. flokkur í skúla týs-, hós- og leygardag. tímatalvan segði 18 tímar til hvønn flokk, umframt at felagstímar vóru fleiri. Kjallararúmið skuldi nýtast til skúlastovu og fekk fyribils góðkenning í 2 ár, men var kortini nýtt í 14 ár. Vikarur varð seturr f´ra 1. januar 1956, og annað læraraembætið lýst leyst. Fyrst tá var varð skúlin skipaður sum vanligur skúli á bygd við tveimum lærarum. Børnini gingu í skúla hvønn dag og vóru býtt í 4 flokkar. Ásmund V. Johannesen arbeiddi á skúlanum til 1. oktobur 1964, tá hann fór niðan í stundentaskúlan at arbeiða. Henry Debes Joensen var settur sum lærari 1. august 1965.
Frá 1. august í 1962 kom ein nýggj føroysk skúlalóg í gildi fyri bygdaskipaðar skúlar. Hetta innibar, at børn úr 12 ára aldri skuldu flytast til teir størru skúlarnar. Argja skúli misti av hesum 2 teir elstu árgangirnar til Havnar. Barnatalið kom niður á 50 børn.
Barnatalið var støðugt veksandi á Argjum og tí varð skúlin bygdur størri. Byggifelagið Lamhauge & Waagstein fingu arbeiðið at gera og stóð hetta liðugt á Vári í 1971. Skúlin hevði nú 5 rúmligari skúlastovur og eitt rúm til serundirvísing. Skúlastovan í kjallaranum í gamla skúla var innrættað til lærarastovu, køk, skrivstovu til fyrstalærara og vesi til lærarafólki. í 1972 vóru 88 skúlabørn og 5 lærarar við skúlan.
More to come...