Á sumri 2014 byrjaði forskúli í skúlanum á Argjahamri.
Seinastu árini hevur Argja skúli og nú Skúlin á Argjahamri havt tætt samstarv við skúlabólkarnar á dagstovnum á Argjum um tiltøk alt skúlaárið.
Vit hava við hesum samstarvi ynskt at gera børnini meira kend við skúlaumhvørvið.
Við forskúlanum hava ber til at fara inn í eina skipaða læri- og spælitilgongd, so børnini gerast kend við viðurskiftini í einum komandi 1. flokki.
Kalla hetta eina brúgvabygging millum dagstovn og skúla.
Fakliga verður bygt oman á teir lunnar, ið lagdir eru í heimi og dagstovni. Leikur og spæl eru týðandi partur í forskúlanum, og læringin tekur støði í spæli.
Vit leggja stóran dent á at møta børnunum har tey eru, og er hetta ein av orsøkunum til, at øll undirvísing í forskúlanum hevur eina spælandi tilgongd.
Í forskúlanum verður arbeitt við hesum høvuðsøkjum:
Mál og málmenning, støddfrøði, náttúru og náttúrufyribrygdum, rørslu og motorikki, sosialum førleikum, samstarvi og handa- og listagávum.
Vit arbeiða m.a. við føroyskari mentan, árstíðunum, føroysku náttúruni, heilsu, persónligari menning, bókstavaljóðum, málspølum, talfatan og hvussu vit eiga at bera okkum at í ferðsluni.
Gerandisdagurin í forskúlanum verður skipaður í samstarvi millum námsfrøðingar og lærarar.
Virksemið skal stuðla fjølbroyttu menningini hjá tí einstaka barninum.