Góðu næmingar og foreldur,
Heilsufrøðingurin á skúlanum bjóðar øllum næmingunum í 9. flokki til eina útskúlakanning.
Í hesum sambandi fáa næmingarnir eitt skjal heim við, sum eitur: ”Samtykki til útskúlakanning.” Hetta skrivið skal undirskrivast av einum foreldri og latast flokslæraranum skjótast gjørligt.
Útskúlakanningin umfatar funktiónskanningar (sjón, litsans, hoyrn, hædd og vekt) og eina persónliga samrøðu við næmingin um lívsstíl, trivna, likamliga, sálarliga og kynsliga heilsu.
Harafturat verður í flokkinum undirvíst í kynsligari heilsu.
Útskúlakanningarnar byrja í komandi viku. Foreldur eru vælkomin at seta seg í samband við heilsufrøðingin, um tørvur er á hesum, áðrenn tosað verður við títt barn.
Vinarliga
Hervør Jacobsen, heilsufrøðingur
tlf. 562355
Mail: hervorj@gigni.fo