Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

15/02/2024

Forskúlabørnini ruddaðu runt um skúlan

Tá kavin er liggjandi í fleiri dagar, so verður alt so hvít og ljóst. Alt sær reint og pent út, men hetta er bara hálvur sannleiki. Tí tá kavin ferð burtur aftur, so siggja vit aftur alt ruski, sum hevur fjalt seg undir kavanum. Tíbetur hava vit nøkur røsk forskúlabørn, sum dáma væl at rudda. 

Mikudagin vóru tey runt um skúlan og ruddaðu. Sum tit síggja á myndini, so kom væl burturúr.

Skúlin hevur annars eina røklaskipan, sum inniber, at hvør flokkur hevur eina viku í part at halda økið runt um skúla ruddað. Hetta er sjálvandi ikki altíð so lætt, tí veðrið spælir ikki altið við, men viðrar, so verður ruddað.