Næmingar
Boðklivi

Góðu foreldur :)

 

Um viðrar ætla vit at skipa fyri einum túri til Skúvoyar mánadagin 28/8.

Túrurin er fyri næmingar í 8. a og 8. b.

Túrurin er skipaður í samband við, at vit lósu Rannvá síðsta skúlaár.

Teistin fer av Gomlurætt kl. 07.25. Vit møtast á Gomlurætt í seinasta lagið kl. 07.15.

Vit fara við Sildberanum á Sandi kl. 08.30 og inn aftur úr Skúvoy kl. 14.50.

Teistin fer úr Skopun kl. 16.35 og eru á Gomlurætt uml. kl. 17.

Í Skúvoy ætla vit at ganga í fótasporum Rannváar. Vit ganga út í Fagradal, har vit vitja toftina, har Rannvá búði.
Umframt tað, so vitja vit í kirkjugarðinum og síggja gravsteinin hjá Sigmundi Brestissyni.

Eisini verður skipað fyri hugna o.ø. í bygdini.

Hvør næmingur tekur 50 kr. við sær.

At minnast til:

 

-          50 kr. latnar Lissi, Mariann ella Eyðbjarti seinast fríggjadagin 25/8.

-          Góð klæði, ið hóska seg til veðrið

-          Góðir skógvar

-          Góðan, mettandi matpakka til dagin

-          Gott at drekka

-          Góða lagið skal eisini við :)

 

Um tað ikki ber til hjá næmingi at møta, mugu vit fáa fráboðan um hetta skjótast tilber, tí vit bíleggja pláss við Sildberanum.

Vit gleða okkum til ein góðan, stuttligan og læruríkan dag :)

Vh

Lissi, Mariann & Eyðbjartur

 

Hey

So fara vit at royna við foreldraviðtalum. Tit kunnu skifta tíð tykkara millum, men sigi Allan ella Katrin frá. Av tí at tíðirnar eru sum tær eru, so kunnu koma broytingar í, men vit vóna tað besta.

Vinarliga

Katrin og Allan

Umskipað undirvísing

 

Góðu foreldur og næmingar!

 

Vegna høgu smittutølini verður vanliga undirvísingin niðurløgd og toymini umskipað fram til fríggjadagin 19/11.

 

Hvør flokkur fer at halda til í síni heimastovu burturav. Tvey starvsfólk verða sett til hvønn flokkin. Øll undirvísing, har flokkar verða blandaðir, verður útsett ella avlýst.

 

Forskúlin og grunddeildin fylgja síni tímatalvu og fara í frítíðarskúla sum vanligt.

4.-9. flokkur verður í skúla til og við 5. tíma.

 

Minnist til at lata tykkum í eftir veðrinum, vit verða væntandi nógv úti. 

 

 

Blíðar heilsanir

 

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg

Skúlastjóri

Skúlin á Argjahamri

tlf. 224240

 

Góðu foreldur at næmingum í 2., 3., 4. og 5.flokki

Í komandi viku fara vit aftur at taka lesiroyndir av øllum næmingum í hesum flokkum.

Næmingarnir kenna mannagongdirnar og royndirnar, tí vit hava gjørt tær áður. Kanningarnar eita OL64, OL 120, SL60 og SL40. OL stendur fyri orðalesing, har næmingarnir skulu lesa 64 ella 120 orð og skriva eina striku á ta myndina, ið passar til orðið. SL stendur fyri setningslesing, har strika verður sett á ta myndina, ið passar til tann setningin. Kanningin tekur 15 minuttir.

Vónandi verða næmingarnir mettir og væl hvíldir.

Vinarliga Liljan, serlærari og lesivegleiðari og Anna og Súsanna, serlærarar.

Viðvíkjandi tilmælum um koronustøðuna í Føroyum 

  

Nú eru stig tikin, frá almennari síðu, til herd ferðatilmæli: 

 

 https://corona.fo/news/703/landsstyrid-herdir-ferdatilmaelini?_l=fo


Landsstýrið herðir ferðatilmælini
Landsstýrið tekur nú stig til at herða ferðatilmælini. Á tíðindafundi fyrrapartin gjørdi løgmaður greitt, at sama um koronustøðan í Føroyum er góð í løtuni, so er neyðugt at styrkja átøkini kring mørkini til Føroya, tí tað er júst har, at okkara høvuðssmittukelda er. “Uttanlands sígga vit, at smittutilburðirnir veksa við miklari ferð. Fólk sleppa…
corona.fo
 

  

  

Hetta merkir, at næmingar, sum hava verið uttanlands, 

skulu hava fingið negativt svar upp á fyrstu koronukanning eftir heimkomu! 

   

Skúlin mælir staðiliga til, at víst verður serligt varsemi til 6. dagur er farin og onnur royndin er tikin. 

  

Í skúlanum ber ikki altíð til heilt at  halda tilmælið um frástøðu, tí skúli hevur felagskapin sum aðaltátt og hetta sampakkar ikki altíð við tilmælini. 

 

Men, vit mugu royna okkara besta og soleiðis gera okkara til at verja felagskapin, við at halda tilmælini. 

  

Vinarliga 

  

Marjun Holm, skúlastjóri 

Skúlin á Argjahamri 

Hey tit

Nú vera foreldraviðtalurnar aftur.

Tit eru vælkomin at býta um tykkara millum, men sigi Allan ella Katrin um tit gera tað.

Vh

Katrin og Allan

Fyrisøgn

Lesið væl uppá hetta:


Eg fekk bræv frá Súsonnu í gjár. Hon kemur at vitja okkum í næstu viku. Tvær gentur koma við henni. Onnur eitur Margreta, og onnur eitur Ragna. Eg gleði meg, tí tær duga so væl at spæla við dukkur og at hoppa band. Súsanna skrivar mær ofta bræv. Ein dagin fóru hon og Margreta oman í fjøruna at spæla. Tá funnu tær ein bólt, sum lá niður við einum steini. Tær spældu leingi við bóltin, áðrenn tær fóru heim.

Hey øll í 4.b

Í komandi viku fara vit undir síðstu viku áðrenn páskafrítíðina. 

Vit fara at arbeiða á emat.dk í støddfrøði. Tað verður ein uppgáva um dagin, talan er um rokning vit hava havt um í skúlanum, men kanska okkurt sníkir seg inn, sum vit ikki hava lært enn.

Í donskum verður tað lesing og uppgávur á Teams. Um bókin ASPE er ov torfør, kunnu tit hjálpa børnunum við at lesa ella lesa fyri teimum. Ber tað ikki til kunnu tit finna okkurt annað at lesa her https://gratisborneboger.wordpress.com/?fbclid=IwAR2l0vshETTqqoCddG8GBcALz-X9JXEvV5bOMy5wQLp6rV5fX3Nhi98g8Wo

Er onkur sum ikki hevur teldu, ber til at lána eina frá skúlanum, tit siga mær frá.

Hava tit brúk fyri hjálp við onkrum, spurningar um okkurt ella okkurt heilt annað, kunnu tit ringja ella skriva til mín.

Vónandi síggjast við aftur 14. apríl.

Vh Allan

 

Vegleiðing til at logga á Emat
Til lata hesa síðuna upp https://emat.dk/index.aspx

Trýsta á bláa Logg inn feltið

Skriva Office365 brúkaran og Loyniorð: 

(Dømi: Brúkari: am1601b3@skulin.fo   loyniorð:xxxx1234)

Royni hetta - sig mær frá um tað ikki riggar :-)