Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

28/03/2023

Skúla FM í talvi

Mánadagin og týsdagin var undankapping til FM í skúlatelving í Skúlanum við Løgmannabreyt. Tað er stórmeistarin Helgi Dam Ziska, sum skipar fyri kappingini. Undirtøkan fyri talvi hevur fingið vind í seglini. 109 lið eru tilmeldaði, har av 32 luttóku mánadagin og 40 luttóku týsdagin. 

Skúlin á Argjahamri hevði 12 lið við til kappingina. 6 lið í bólkinum 3.-4. flokkur og 6 lið í bólkinum 5.-8. flokk. Hóast úrslitini ikki rukku til víðari luttøku, so fingu næmingarnir eina ógloymandi uppliving. Tað er heilt serligt at uppliva, hvussu 200 næmingar kunnu sita í kvirru og hugsavna seg um at telva. Eisini er tað mennandi at hitta javnaldrar úr øðrum skúlum at kappast ímóti. Hetta er avgjørt ikki seinastu ferð, at vit fara at luttaka í kappingini. 

Kappingin var sera væl fyriskipað frá byrjan til enda og tað skal Helgi hava tøkk fyri. Karmarnir við Løgmannabreyt vóru eisini framúr.