Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

06/12/2023

Kunning um dagarnar fyri jól

Mánadagin 18. desembur er vanlig skúlagongd

 

Týsdagin 19. desembur kl. 9.00-12.00 er jólahald fyri næmingunum.

Næmingar møta kl. 9.00.

Skúlin er tó opin kl. 8.00, so til ber at møta fyrr. Skúlin bjóðar ansing til dagurin byrjar.

Dagurin endar uml. kl. 12.00. Næmingar í grunddeild verða ansaðir, til frítíðarskúlin letur upp

 

Týskvøldið 19. desembur kl. 18.00-19.30 Jólahugni og framførslur fyri næmingum og foreldrum.

 

Mikudagin 20. desembur er kirkjugongd


• Grunddeild fer í kirkju kl. 9.00 - 10.00
• Miðdeild og Hádeild fara í kirkju kl. 10.00 - 11.00


Skúlin er tó opin kl. 8.00, so til ber hjá teimum yngru at møta fyrr. Skúlin bjóðar ansing.


Tá kirkjugongdin er liðug er jólafrí. Næmingarnir í hádeild fáa støðumet frá flokslærarunum eftir kirkjugongdina.


Tey, sum skulu í frítíðarskúla, fylgjast við lærarunum niðan í skúlan aftur. Skúlin bjóðar ansing til frítíðarskúlin letur upp.

 

Hósdagin 21. desembur til 2. Januar er jólafrí.

Mikudagin 3. januar 2024 Skúlin byrjar aftur