Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

04/12/2023

Á, sum tað er stuttligt og gevandi at læra týskt!

Astrið Breckmann skrivar:

Vit hava eitt risastórt týskthold í 8. flokki í ár, og hóast vit næstan ikki passa inn í eitt flokshøli, er tað so leikandi lætt at læra hetta spennandi og forkunnuga nýggja málið. Næmingarnir eru so sera spentir um alt og læra óvanliga skótt. Ja, teir eru sum svampar, ið súgva alt til sín. So tá ið vit hoyrdu, at ein týskur filmur var í biografinum, kundu vit ikki standa ímóti tilboðnum. Sum ikki einaferð var Svanna í Havnar Bio sera hjálpsom og læt okkum læna Sal 2 í skúlatíð. Hon var so fitt, at tá ið ein óheppin næmingur misti alt poppkornið, júst sum filmurin byrjaði, kom hon beint innaftur við einum nýggjum bakka!

Túsund takk Svanna og Havnar Bio!

Næmingunum dámdi væl filmin "Das Lehrerzimmer" (Lærarastovan), og megnaðu teir væl at lurta eftir týskari talu, meðan teir lósu danskan undirtekst.

Ein frálík uppliving. Sum tað er spennandi at læra eitt nýtt mál!