Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

31/01/2023

8.b royndarkoyrt undirvísingartilfar

Endamálið við undirvísingartilfarinum frá Handverkmeistarafelagnum og Tøkni er at geva fólkaskúlanæmingum kunnleika til handverk og yrkisútbúgvingar. Hetta verður gjørt talgilt, har næmingarnir luttaka í spurnarkappingunum “Bygg eitt hús” og “Git yrki”. Enn eru tvær spurnarkappingar framleiddar, men endamálið er at breiðka um útboðið. Endamálið er, at spurnarkappingarnar skulu virka sum kvalifikatión til eina praktiska kapping, har næmingarnir skulu loysa handverkslíknandi uppgávur.

Mánadagin í farnu viku, varð spennandi undirvísingatilfarið royndarkoyrt saman við 8.b í skúlanum á Argjahamri. Næmingarnir vóru spentir uppá spurnarkappingarnar og stuttleikaðu sær óført. Serliga var tað tann praktiski parturin, sum var fangandi. 8.b á Argjahamri skuldi smíða seymir í ein bjálka, eins og húsasmiðir, samla eitt vatnlás, soleiðis sum rørsmiðir gera og til seinast skulu tey stápla dósir, sum krambakallar m.a. fáast við.

Fleiri myndir og kunning um tilfarið, kann lesast her. https://www.industry.fo/ti%C3%B0indi?Action=1&NewsId=3348&PID=11933