Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

05/12/2022

Jólini 2022 á Skúlanum á Argjahamri

Góðu næmingar og foreldur

Vit eru komin inn í jólamánaðin og sum vant, so verða onkrar broytingar í tímatalvuni. Niðanfyri kunnu tit lesa eitt stutt yvirlit yvir hvussu skúlagongdin verður í desembur og nær ymisku tiltøkini vera.

 

5. - 19. desembur 

Vanlig skúlagongd, men tó er morgunsangurin longdur við einum sangi/søgu hvønn morgun.

 

16. og 19. desembur 

Jólahugni fyri allan skúlan í Miðrók 3. tíma. 

 

Týsdagin 20. desembur - fyrrapart

Jólahald fyri næmingum. Næmingarnir møta kl 9.00, tó er skúlin opin frá kl 8.00. Dagurin endar umleið kl 12.00.

 

Týsdagin 20 desembur -  kvøldið

Jólahugni og framførslur fyri næmingum og foreldrum kl. 18.00. 

Flokkarnir sum framføra eru: 0., 1., 3. og 5. flokkur, umframt skúlaorkestrið.  

Aftaná bjóða foreldraumboðini í flokkunum sum framføra ein drekkamunn í stovunum.

 

Mikdagin 21. desembur

Jólaguðstænasta í Argja kirkju. Vit møta í kirkju soleiðis:

Miðdeild og Hádeild kl. 10.00 - 11.00

Grunddeild kl. 11.00 - 12.00

Skúlin er tó opin kl. 8.00, so til ber hjá teimum yngru at møta fyrr.

Tá kirkjugongdin er liðug er jólafrí. Næmingarnir í hádeild fáa støðumet frá flokkslærarunum eftir kirkjugongdina.

Tey, sum skulu í frítíðarskúla, fylgjast við lærarunum niðan í skúlan aftur.

 

Skúlin byrjar aftur 3. januar kl 8.00.