Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

05/10/2022

Stuðulsrenningin fyri Bláakross gav 25.000 kr

6. flokkarnir hjá okkum høvdu í seinastu viku eina stuðulsrenning í samband við at Bláikrossur Føroya hevði landsinnsavnan. 

Flokkarnir vóru á rennibreytini hósdagin 29. septembur og har runnu teir 517 rundir á 400 metrar. Hetta svarar til 206800 metrar! Hetta er eitt megnar avrik av flokkunum og sum vísir, hvussu lítið skal til, at gera eina skjóta innsavnan. 25000 kr fyri 1 tíma arbeið.

í dag, 5. oktobur, var Alisa Hammer, leiðari fyri fyribyrgingardeildina hjá Bláakrossi, á vitjan í skúlanum og fekk handan kekkin. Hon var ovfarin av gávuni og takkaði hjartaliga. Hon greiddi frá, at hesin peningurin fer at stuðla "Títt rúm".

Títt Rúm hevur eitt bólkatilboð til børn og ung, sum eiga foreldur, ið hava ella hava havt rústrupulleikar. Øll í aldrinum 9-35 ár kunnu melda seg til bólk, har tey eru saman við øðrum, sum eisini eru uppvaksin við rústrupulleikum heima.