Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

29/09/2022

Næmingaráðsvalfundir hava verið í dag

Í dag hava tveir valfundir verið í skúlanum.

37 valevnir høvdu møguleikan at leggja síni vallyftir fram fyri deildunum í dag.

Fyrri valfundurin var fyri Miðdeildina. 25 valevnir eru uppstillaði og tí var ein løta at koma ígjøgnum framløgurnar. Nógv varð lovað, men tað sum serliga gekk aftur í røðunum var, at tey ynsktu sær net um "niðravøll", microovn og ketil til matarsteðgin. Hetta kann bólkast sum tey hørðu virðini, men tað vóru eisini nøkur bleyt virðir, so sum vinarbonk, steðga happing og at rudda runt um skúlan.

---

Seinni valfundurin var fyri Hádeildina. 12 næmingar eru uppstillaðir. Hóast bara 2 valevni valdu at taka orðið, so vóru tað nógv sum svaraðu spuringum frá fjøldini. Nevnt var t.d.:

- Trivnaður á deildini
- At næmingarnir framyir sleppa á námsferð
- Hugna um bólkarúmið, t.d. við gardinum, soleiðis at man fær arbeitt í frið
- Telefonfríkorter tvær ferðir um vikuna
- Hátalara í deildina, so til ber at lurta eftir tónleiki
- Kiosk í hádeild
- Slikk-automat í hádeild 

Frá áskoðarum komu spurningar um:

- Grøn orka, og at planta trøð kring skúlan
- Hugna um uttanduraøkið hjá hádeild
- Felags morgunmatur í hádeild einaferð um mánaðin
- Kantina

Dentur var lagdur á at tað skal vera møguligt hjá næmingum at koma við ynskjum til næmingaráðið, um hvørji mál, arbeiðast skal við, og til tess hava vit ein postkassa á bókasavninum.

Valið verður mánadagin 3. oktobur og úrslitið er klárt, so skjótt sum tað er talt upp.

Ráðini skipa seg áðrenn heystferiuna.