Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

05/09/2022

Tíðarkarmar fyri landsroynd 2022

Landsroyndin, sum varð útsett fyrr í ár, verður avgreidd í døgunum 13.-15. septembur. 

Leiðreglur í sambandi við Landsroynd:
Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið,. Nýtir næmingurin CD-orð, so er tað eisini loyvt.


Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.


Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.


Allar uppgávur verða loystar í WiseFlow


Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan kaga til Wiseflow.